Filippibræv

104 versir um "Filippibræv"

Versir

Síða 1 av 3
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

9
Filippibrævið 1:6 Filippibrævið

Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.

4
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið

Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.

4
Filippibrævið 1:21 Filippibrævið

Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur.

3
Filippibrævið 2:12 Filippibrævið

Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan upp á frelsu tykkara!

3
Filippibrævið 4:1 Filippibrævið

Brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið tí soleiðis fastir í Harranum, tit elskaðu!

3
Filippibrævið 4:2 Filippibrævið

Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum;

3
Filippibrævið 4:3 Filippibrævið

ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus:* Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.

3
Filippibrævið 4:4 Filippibrævið

Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!

3
Filippibrævið 4:5 Filippibrævið

Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!

3
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

3
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

3
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið

Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!

3
Filippibrævið 4:9 Filippibrævið

Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!

3
Filippibrævið 4:10 Filippibrævið

Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, at nú endiliga aftur stendur so væl til hjá tykkum, at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við, men tykkum bar ikki til.

3
Filippibrævið 4:11 Filippibrævið

– Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.

3
Filippibrævið 4:12 Filippibrævið

Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.

3
Filippibrævið 4:14 Filippibrævið

Tó gjørdu tit væl í at taka lut í trongd míni.

3
Filippibrævið 4:15 Filippibrævið

Tit vita jú eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstu tíð evangeliums, táið eg fór avstað úr Makedonia, hevði eingin samkoma rokning við meg um givið og móttikið, uttan bert tit.

3
Filippibrævið 4:16 Filippibrævið

Tí eisini í Tessalonika sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði.

3
Filippibrævið 4:17 Filippibrævið

Tað er ikki tað, at eg trái eftir gávuni; nei, eg trái eftir ávøkstinum, ið ríkliga kemur tykkum til góða.

3
Filippibrævið 4:18 Filippibrævið

Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara – yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.

3
Filippibrævið 4:20 Filippibrævið

Honum, Gudi og Faðir okkara, veri dýrdin í aldur og allar ævir! Amen.

3
Filippibrævið 4:21 Filippibrævið

Heilsið hvørjum heilagum í Kristi Jesusi!

3
Filippibrævið 4:22 Filippibrævið

Brøðurnir, ið hjá mær eru, lata heilsa tykkum. Øll hini heilagu lata heilsa tykkum, serliga tey, sum hoyra til hús keisarans.

3
Filippibrævið 4:23 Filippibrævið

Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!

3
Filippibrævið 1:1 Filippibrævið

Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu – til øll hini heilagu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru, við umsjónarmonnum og samkomutænarum.

2
Filippibrævið 1:2 Filippibrævið

Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!

2
Filippibrævið 1:3 Filippibrævið

Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg minnist tykkum;

2
Filippibrævið 1:4 Filippibrævið

og í hvørji bøn míni biði eg altíð fyri tykkum øllum við gleði.

2
Filippibrævið 1:5 Filippibrævið

– Eg takki Honum fyri, at tit, líka frá fyrsta degi og til nú, hava havt samfelag við meg í arbeiðinum fyri evangeliið.

2
Filippibrævið 1:7 Filippibrævið

Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið – tit hava jú øll part við mær í náðini.

2
Filippibrævið 1:8 Filippibrævið

Tí Gud er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við hjartalagi Krists Jesusar.

2
Filippibrævið 1:9 Filippibrævið

Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti,

2
Filippibrævið 1:10 Filippibrævið

so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt – til dag Kristusar,

2
Filippibrævið 1:11 Filippibrævið

fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov.

2
Filippibrævið 1:12 Filippibrævið

Eg vil, at tit skulu vita, brøður, at tað, sum mær hevur verið fyri, hevur heldur verið evangeliinum til frama;

2
Filippibrævið 1:13 Filippibrævið

tí harvið er vorðið allari lívvaktini og øllum hinum skilligt, at tað er fyri Kristusar skuld, eg eri í leinkjum;

2
Filippibrævið 1:14 Filippibrævið

og hinir flestu av brøðrunum hava – við leinkjum mínum – í áliti á Harranum fingið enn meiri dirvi at tala orð Guds óttaleysir.

2
Filippibrævið 1:15 Filippibrævið

Víst eru eisini nakrir, sum prædika Kristus av øvund og hugi til stríð; men aðrir gera tað tó av góðum vilja.

2
Filippibrævið 1:16 Filippibrævið

Hesir gera tað av kærleika, vitandi, at eg eri settur at verja evangeliið;

2
Filippibrævið 1:17 Filippibrævið

men hinir prædika Kristus av trætisjúku, ikki av reinum huga, men í teirri hugsan at leggja trongd aftrat leinkjum mínum.

2
Filippibrævið 1:18 Filippibrævið

Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, ið hvussu er, veri tað nú fyri eitt eiti ella av sonnum, og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg;

2
Filippibrævið 1:19 Filippibrævið

tí eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu við bøn tykkara og hjálp frá Anda Jesu Krists.

2
Filippibrævið 1:20 Filippibrævið

Tað er tráan og vón mín, at eg í ongum skal verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, so nú við, skal við øllum dirvi verða dýrmettur í likami mínum, veri tað nú við lívi ella við deyða.

2
Filippibrævið 1:22 Filippibrævið

Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja,

2
Filippibrævið 1:23 Filippibrævið

men standi ivasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí tað var mangan, mangan betri;

2
Filippibrævið 1:24 Filippibrævið

men at verða verandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld.

2
Filippibrævið 1:25 Filippibrævið

Og við tað at eg eri vísur í hesum, veit eg, at eg skal liva og verða verandi hjá tykkum øllum, tykkum til frama og gleði í trúnni,

2
Filippibrævið 1:26 Filippibrævið

fyri at rós tykkara í Kristi Jesusi kann verða í yvirflóð við mær, táið eg komi til tykkara aftur.

2