fikutrø

31 versir um "fikutrø"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 13:6 Lukas

Og Hann setti fram hetta líknilsi: „Maður hevði fikutræ, sum plantað var í víngarði hansara, og hann kom og leitaði eftir ávøksti á tí, men fann ongan.

11
Lukas 13:7 Lukas

Tá segði hann við víngarðsmannin: „Trý ár eri eg nú komin og havi leitað eftir ávøksti á hesum fikutræi, men ongan funnið! Høgg tað niður! Hví skal tað aftrat gera jørðina ónýta?“

11
Lukas 13:8 Lukas

Men hann svaraði honum: „Harri! Lat tað standa hetta árið við, inntil eg fái grivið rundan um tað og taðað tað!

11
Lukas 13:9 Lukas

Kanska tað tá fer at bera ávøkst í framtíðini; og um ikki, kanst tú høgga tað niður.““

11
Lukas 21:29 Lukas

Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Hyggið fikutræið og øll trøini!

8
Lukas 21:30 Lukas

So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær.

8
Lukas 21:31 Lukas

Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.

8
Matteus 21:19 Matteus

Hann sá tá fikutræ við vegin og fór yvir til tað, men fann einki á tí uttan bert bløð. Tá segði Hann við tað: „Aldri í allar ævir skal ávøkstur vaksa á tær aftur!“ Og fikutræið følnaði við tað sama.

7
Matteus 21:20 Matteus

Táið lærisveinarnir sóu hetta, undraðust teir og søgdu: „Hvussu kundi fikutræið við tað sama følna?“

7
Matteus 21:21 Matteus

Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ skal so verða.

7
Markus 11:12 Markus

Dagin eftir, táið teir fóru úr Betania, varð Hann svangur.

6
Markus 11:13 Markus

Og táið Hann langt burtur sá fikutræ, sum hevði bløð, fór Hann hagar at vita, um Hann kanska kundi finna okkurt á tí; men táið Hann kom til tað, fann Hann einki uttan bløð; tí ikki var fikutíð.

6
Markus 11:14 Markus

Tá tók Hann til orða og segði við tað: „Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!“ Og lærisveinar Hansara hoyrdu tað.

6
Matteus 24:32 Matteus

Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.

5
Habakkuk 3:17 Habakkuk

Tí fikutræið blómar ikki; víntræið ber ongan ávøkst; ávøkstur oljutræsins miseydnast; markirnar geva onga føði; seyðurin er horvin úr bólinum, og eingi neyt eru eftir í fjósunum.

4
Habakkuk 3:18 Habakkuk

– Men eg skal gleðast í HARRANUM, fegnast í Gudi frelsu mínar!

4
Habakkuk 3:19 Habakkuk

Harrin HARRIN er styrki mín; Hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga eftir hæddum mínum. – Til songmeistaran. Við streingjaleiki mínum.

4
Dómararnir 9:11 Dómararnir

Men fikutræið svaraði teimum: „Skuldi eg latið søtleika mín farið og góða ávøkst mín, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!“

3
Jóhannes 1:47 Jóhannes

Natanael segði við hann: „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ Filip svaraði honum: „Kom og síggj!“

3
Jóhannes 1:48 Jóhannes

Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!“

3
Jóhannes 1:49 Jóhannes

Natanael spurdi Hann: „Hvaðani kennir Tú meg?“ Jesus svaraði honum: „Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg – meðan tú vart undir fikutrænum.“

3
Jóhannes 1:50 Jóhannes

Natanael svaraði Honum: „Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“

3
Jóhannes 1:51 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“

3
Opinberingin 6:13 Opinberingin

Stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og táið fikutræ, rist av nógvum vindi, kastar niður óstadnu fikur sínar.

3
Fyrsta Mósebók 3:7 Fyrsta Mósebók

Tá vórðu eyguni í báðum latin upp, og tey raktu við, at tey vóru nakin; tey seymaðu tí fikubløð saman og bundu upp fyri seg.

2
Fyrra Sámuelsbók 30:12 Fyrra Sámuelsbók

Harumframt góvu teir honum eina fikukøku og tvær rosinukøkur. Táið hann hevði etið, fekk hann lívsmegi sína aftur – hann hevði ikki leskað mat og ikki drukkið vatn í trý samdøgur.

2
Jeremias 24:2 Jeremias

Í aðrari kurvini vóru sera góðar fikur, so góðar sum tær, ið tíðliga eru stadnar; í hini kurvini vóru sera ringar fikur – tær vóru ikki etandi, so ringar vóru tær.

2
Markus 13:28 Markus

Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.

2
Jákupsbrævið 3:10 Jákupsbrævið

Úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera!

2
Jákupsbrævið 3:11 Jákupsbrævið

Gevur keldan úr sama uppspringi søtt vatn og beiskt vatn!

2
Jákupsbrævið 3:12 Jákupsbrævið

Kann fikutræ, brøður mínir, bera oljuber, ella víntræ fikur! – Líka lítið kann sølt kelda geva søtt vatn.

2