ferðing
34 versir um "ferðing"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 14:31 Jóhannes
Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær – reisist, latið okkum fara hiðani!“
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Sálmarnir 121:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?
Sálmarnir 121:2 Sálmarnir
Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.
Sálmarnir 121:3 Sálmarnir
Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!
Sálmarnir 121:4 Sálmarnir
Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!
Sálmarnir 121:5 Sálmarnir
HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni;
Sálmarnir 121:6 Sálmarnir
sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina;
Sálmarnir 121:7 Sálmarnir
HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína.
Sálmarnir 121:8 Sálmarnir
HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir.
Jeremias 23:23 Jeremias
Eri Eg tá bert Gud nær við – sigur HARRIN – og ikki Gud langt burtur!
Matteus 18:23 Matteus
Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar.
Matteus 18:24 Matteus
Og táið hann fór at gera upp, varð ein, ið skyldaði 10000 talentir, førdur fram fyri hann.
Matteus 18:25 Matteus
Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi.
Matteus 18:26 Matteus
Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: „Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!“
Matteus 18:27 Matteus
Tá tykti harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir.
Matteus 18:28 Matteus
Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: „Rinda tað, ið tú skyldar!“
Matteus 18:29 Matteus
Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!“
Matteus 18:30 Matteus
Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði.
Matteus 18:31 Matteus
Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var.
Matteus 18:32 Matteus
Tá kallaði harri hansara hann fyri seg og segði við hann: „Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg.
Matteus 18:33 Matteus
Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!“
Matteus 18:34 Matteus
Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum.
Markus 1:35 Markus
Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.
Lukas 5:16 Lukas
Men Hann slapp Sær burtur til oyðin støð og var har í bøn.
Lukas 11:1 Lukas
Hann var einastaðni og bað; táið Hann tá helt uppat, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Harri! Lær okkum at biðja, eins og Jóhannes lærdi lærisveinar sínar!“
Lukas 11:2 Lukas
Hann segði við teir: „Táið tit biðja, sigið tá: „Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt!
Lukas 11:3 Lukas
Gev okkum hvønn dag dagliga breyð okkara!
Lukas 11:4 Lukas
Fyrigev okkum syndir okkara – tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!““
Jóhannes 1:21 Jóhannes
Teir spurdu hann: „Hvat tá? Ert tú Elias?“ Hann svaraði: „Tað eri eg ikki.“ „Ert tú profeturin?“ Hann svaraði: „Nei!“
Jóhannes 5:20 Jóhannes
Tí Faðirin elskar Sonin og vísir Honum alt, ið Hann sjálvur ger; og Hann skal lata Hann síggja størri verk enn hesi, so tit skulu undrast.
Jóhannes 17:15 Jóhannes
Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum.
Ápostlasøgan 17:24 Ápostlasøgan
Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum;
Hebrearabrævið 6:18 Hebrearabrævið
so vit við tveimum óvikandi søgnum, sum Gud ómøguliga kundi lúgva í, skuldu hava sterka troyst, vit, sum hava leitað okkum bjarging í at grípa vónina, sum framman fyri okkum er løgd.