feria
30 versir um "feria"
Versir
Síða 1 av 1Markus 6:31 Markus
Tá segði Hann við teir: „Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!“ Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta.
Markus 2:27 Markus
Og Hann segði við teir: „Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld.
Fyrsta Mósebók 2:2 Fyrsta Mósebók
Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.
Fyrsta Mósebók 2:3 Fyrsta Mósebók
Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Lukas 5:16 Lukas
Men Hann slapp Sær burtur til oyðin støð og var har í bøn.
Triðja Mósebók 23:3 Triðja Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Matteus 11:29 Matteus
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Matteus 11:30 Matteus
Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“
Markus 6:30 Markus
Ápostlarnir savnaðust nú aftur hjá Jesusi; og teir søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt, og øllum, ið teir høvdu lært.
Markus 6:32 Markus
So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar.
Sálmarnir 127:2 Sálmarnir
Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur!
Onnur Mósebók 33:14 Onnur Mósebók
Hann svaraði: „Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?“
Onnur Mósebók 34:21 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú arbeiða; men sjeynda dagin skalt tú hvíla; um tað so er, táið tú várar, og táið tú heystar, so skalt tú halda hvíludagin.
Sálmarnir 55:6 Sálmarnir
Ótti og angist koma á meg, og ræðsla leggur seg oman yvir meg.
Sálmarnir 55:7 Sálmarnir
Og eg sigi: Eg vildi, at eg hevði veingir sum dúvan – so skuldi eg flogið burtur og søkt mær bústað,
Sálmarnir 55:8 Sálmarnir
ja, eg skuldi flýtt langt burtur, eg skuldi funnið mær herbergi í oyðimørkini! – Sela.
Prædikarin 3:13 Prædikarin
Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.
Esaias 30:15 Esaias
Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: „Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera.“ – Men tit vildu ikki!
Matteus 14:13 Matteus
Táið Jesus hoyrdi tað, fór Hann í báti burt haðani til oyðið stað fyri Seg sjálvan; men táið fólkið fekk hetta at hoyra, fóru tey til gongu aftan á Honum úr bygdunum.
Hebrearabrævið 4:9 Hebrearabrævið
So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir.
Hebrearabrævið 4:10 Hebrearabrævið
Tann, ið komin er inn til hvílu Hansara, hevur eisini fingið hvílu eftir verk síni, eins og Gud eftir Síni.
Hebrearabrævið 4:11 Hebrearabrævið
Latið okkum tí gera okkum ómak fyri at koma inn til ta hvílu, so eingin skal falla við sama ólýdni, sum tey góvu dømi um!