ferðavinna

35 versir um "ferðavinna"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 126:1 Sálmarnir

Songur. Á hátíðarferðunum. Táið HARRIN læt fangar Zions sleppa heimaftur, vóru vit sum tey, ið droyma.

5
Sálmarnir 126:2 Sálmarnir

Tá fyltist muður okkara við látri, og tunga okkara við gleðirópum; tá varð sagt millum heidningarnar: „Stórverk hevur HARRIN gjørt móti teimum!“

5
Sálmarnir 126:3 Sálmarnir

Ja, stórverk hevur HARRIN gjørt móti okkum, og vit vórðu glað!

5
Sálmarnir 126:4 Sálmarnir

HARRI, lat fangar okkara koma heimaftur, eins og løkir í Suðurlandinum!

5
Sálmarnir 126:5 Sálmarnir

Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleðirópum.

5
Sálmarnir 126:6 Sálmarnir

Tey ganga grátandi og sáa sáð sítt; tey koma aftur við gleðirópum, berandi bundi síni.

5
Orðtøkini 16:9 Orðtøkini

Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.

5
Matteus 24:35 Matteus

Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.

5
Seinna Timoteusarbrævið 4:10 Seinna Timoteusarbrævið

Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika; Kreskens fór til Galatia, Titus til Dalmatia.

5
Sálmarnir 37:23 Sálmarnir

HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara;

4
Sálmarnir 37:24 Sálmarnir

um hann so snávar, fellur hann ikki, tí HARRIN heldur í hond hansara.

4
Sálmarnir 37:25 Sálmarnir

Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.

4
Sálmarnir 37:26 Sálmarnir

Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing.

4
Sálmarnir 37:27 Sálmarnir

Vend tær frá illum og ger gott, so verður tú búgvandi í allar ævir!

4
Sálmarnir 37:28 Sálmarnir

Tí HARRIN elskar rætt og svíkur ikki heilagu Síni; til ævigar tíðir verða tey hildin uppi; men avkom hinna gudleysu verður týnt.

4
Sálmarnir 37:29 Sálmarnir

Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.

4
Sálmarnir 40:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur.

4
Sálmarnir 40:2 Sálmarnir

Eg vónaði og vónaði á HARRAN; tá boygdi Hann Seg til mín og hoyrdi róp mítt.

4
Sálmarnir 40:3 Sálmarnir

Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst.

4
Sálmarnir 40:4 Sálmarnir

Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara. – Mong síggja tað og óttast og seta lít sína til HARRAN.

4
Sálmarnir 40:5 Sálmarnir

Sælur er tann maður, ið setur lít sína til HARRAN og vendir sær ikki til hugmóðig og til teirra, ið halda av leiðini – til lygn.

4
Sálmarnir 40:6 Sálmarnir

Stór eru undrini, ið Tú hevur gjørt, HARRI Gud mín, og mangir tankarnir, ið Tú hugsaði fyri okkum – ikki stendur til at rokna teir upp fyri Tær; um eg vil kunngera teir og tala um teir, so eru teir ov mangir at telja.

4
Sálmarnir 40:7 Sálmarnir

Sláturoffur og matoffur líkar Tær ikki – Tú gavst Mær opin oyru – brennioffur og syndoffur krevur Tú ikki.

4
Sálmarnir 40:8 Sálmarnir

Tá segði Eg: „Hygg, Eg komi – í bókrulluni stendur skrivað tað, ið Eg skal gera;

4
Sálmarnir 40:9 Sálmarnir

at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!“

4
Sálmarnir 40:10 Sálmarnir

Í stórari samkomu bar eg boð um rættferð – nei, eg læt ikki varrarnar aftur, tað veitst Tú, HARRI!

4
Sálmarnir 40:11 Sálmarnir

Rættferð Tína duldi eg ikki í hjarta mínum, trúfesti Tína og frelsu Tína talaði eg um, náði Tína og sannleik Tín avnoktaði eg ikki í stórari samkomu.

4
Sálmarnir 40:12 Sálmarnir

– Tú HARRI, skalt ikki steingja miskunn Tína fyri mær, náði og trúfesti Tín skulu altíð vera vernd mín.

4
Sálmarnir 40:13 Sálmarnir

Tí vanlukkur, sum ikki er tal á, leggja seg rundan um meg, syndir mínar hava fingið meg aftur, so eg fái ikki hugt; tær eru fleiri enn hárini á høvdi mínum, og mótið hevur svikið.

4
Sálmarnir 40:14 Sálmarnir

Lat toknast Tær, HARRI, at bjarga mær, HARRI, ver skjótur og kom mær til hjálpar!

4
Sálmarnir 40:15 Sálmarnir

Lat teir standa við skomm og kinnroða, sum liggja mær eftir lívinum og ætla at forkoma mær, lat teir víkja og verða til skammar, sum ynskja mær ilt,

4
Sálmarnir 40:16 Sálmarnir

lat teir standa ræðsluslignar av skomm síni, teir, ið siga: „Há há!“ við meg!

4
Sálmarnir 40:17 Sálmarnir

Men lat øll tey, ið søkja Teg, frøast og gleðast í Tær, lat tey, ið elska frelsu Tína, altíð siga: „Lovaður veri HARRIN!“

4
Markus 6:31 Markus

Tá segði Hann við teir: „Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!“ Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta.

4
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið

Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!

4