felagsbøn
73 versir um "felagsbøn"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 4:26 Ápostlasøgan
Kongar jarðarinnar reistust, og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða Hansara.“
Ápostlasøgan 4:27 Ápostlasøgan
Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði – bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels
Ápostlasøgan 4:28 Ápostlasøgan
– til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda.
Ápostlasøgan 4:29 Ápostlasøgan
Og nú, Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi,
Ápostlasøgan 4:30 Ápostlasøgan
við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!“
Ápostlasøgan 4:31 Ápostlasøgan
Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi.
Ápostlasøgan 12:5 Ápostlasøgan
So varð nú vakt hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum.
Ápostlasøgan 12:6 Ápostlasøgan
Táið nú Heródes skuldi fara at leiða hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn og var bundin við tveimum leinkjum; og vaktarmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt yvir fangahúsinum.
Ápostlasøgan 12:7 Ápostlasøgan
Tá stóð eingil Harrans har, og ljós skein í fangarúminum; hann sló Pætur í síðuna, vakti hann og segði: „Reis teg, ver skjótur!“ Og leinkjurnar fullu av hondum hansara.
Ápostlasøgan 12:8 Ápostlasøgan
Eisini segði eingilin við hann: „Gyrð teg og lat teg í skógvarnar!“ Hann so gjørdi. So segði hann við hann: „Kasta kappa tín um teg og kom við mær!“
Ápostlasøgan 12:9 Ápostlasøgan
Hann fór tá út og fylgdi honum; hann visti ikki, at tað, sum eingilin gjørdi, var veruleiki, men helt, at tað var sjón, hann sá.
Ápostlasøgan 12:10 Ápostlasøgan
Teir gingu nú fyrst fram við eini vakt og so fram við aðrari og komu tá til jarnportrið, ið gekk út til staðin; tað fór upp fyri teimum av sær sjálvum, og teir komu út og gingu gjøgnum eina gøtu; í tí sama skiltist eingilin frá honum.
Ápostlasøgan 12:11 Ápostlasøgan
Táið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: „Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil Sín út og fríað meg av hond Heródesar og frá øllum, sum Jødafólkið hevði væntað sær!“
Ápostlasøgan 12:12 Ápostlasøgan
Táið hann nú hevði summað seg, fór hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu.
Ápostlasøgan 12:13 Ápostlasøgan
Táið hann bankaði á porturdyrnar, kom arbeiðskona, ið æt Rode, at vita, hvør tað var.
Ápostlasøgan 12:14 Ápostlasøgan
Táið hon kendi mál Pæturs, varð hon so glað, at hon læt ikki upp portrið, men leyp inn og segði, at Pætur stóð uttanfyri.
Ápostlasøgan 12:15 Ápostlasøgan
Tá søgdu tey við hana: „Tú ert í ørviti!“ Men hon segði, at tað skuldu tey trúgva, at so var. Tá søgdu tey: „Tað er eingil hansara!“
Ápostlasøgan 12:16 Ápostlasøgan
Men Pætur helt á at banka; og táið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin.
Ápostlasøgan 12:17 Ápostlasøgan
Hann gjørdi við hondini tekin til teirra, at tey skuldu tiga; so segði hann teimum, hvussu Harrin hevði leitt hann út úr fangahúsinum, og legði aftrat: „Sigið Jákupi og brøðrunum hetta!“ Síðani fór hann út og fór til annað stað.
Ápostlasøgan 12:18 Ápostlasøgan
Táið nú var vorðið dagur, var ikki smávegis standur av hermonnunum um, hvat ið var vorðið av Pæturi.
Seinna Korintbrævið 1:11 Seinna Korintbrævið
við tað at tit við koma okkum til hjálpar við forbøn tykkara. Soleiðis skal av mongum munnum ljóða ríklig tøkk fyri okkum, fyri náðina, ið okkum er víst.
Galatiabrævið 6:2 Galatiabrævið
Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.