felag / skipan
39 versir um "felag / skipan"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið
Men alt gangi sømiliga og við skili!
Orðtøkini 6:6 Orðtøkini
Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
Orðtøkini 6:7 Orðtøkini
Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra,
Orðtøkini 6:8 Orðtøkini
og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín.
Orðtøkini 6:9 Orðtøkini
Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
Orðtøkini 6:10 Orðtøkini
[Tú sigur:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 6:11 Orðtøkini
– Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Orðtøkini 13:4 Orðtøkini
Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.
Habakkuk 2:2 Habakkuk
Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið
Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!
Onnur Mósebók 18:13 Onnur Mósebók
Dagin eftir settist Móses at skifta rætt millum fólkið, og fólkið stóð rundan um Móses líka frá morgni til kvølds.
Onnur Mósebók 18:14 Onnur Mósebók
Men táið verfaðir Móses sá alt stríðið, ið hann hevði av fólkinum, segði hann: „Hvat er hetta fyri stríð, ið tú hevur av fólkinum! Hví situr tú einsamallur og dømir, og alt fólkið stendur rundan um teg frá morgni til kvølds?“
Onnur Mósebók 18:15 Onnur Mósebók
Móses svaraði verfaðir sínum: „Fólkið kemur til mín at fáa vilja Guds at vita;
Onnur Mósebók 18:16 Onnur Mósebók
táið tey hava søk, koma tey til mín, og eg dømi millum partarnar og lati tey vita boð og lógir Guds.“
Onnur Mósebók 18:17 Onnur Mósebók
Tá segði verfaðir Móses við hann: „Tú bert teg ikki beint at í hesum!
Onnur Mósebók 18:18 Onnur Mósebók
Á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú sjálvur og fólkið, ið við tær er; tí hetta arbeiði er ov mikið fyri teg, tú ert ikki mentur at gera tað einsamallur.
Onnur Mósebók 18:19 Onnur Mósebók
Men hoyr nú meg! Eg skal leggja tær ráð, og Gud skal vera við tær: Tú skalt stíga fram fyri Gud í navni fólksins og leggja sakir teirra fram fyri Hann;
Onnur Mósebók 18:20 Onnur Mósebók
og tú skalt fáa tey at skilja boðini og lógirnar og vísa teimum vegin, tey skulu ganga, og tað, ið tey skulu gera.
Onnur Mósebók 18:21 Onnur Mósebók
Men tú skalt millum alt fólkið velja tær dugandi menn, ið óttast Gud, menn, ið lítandi er á, og sum hata vinning av órætti; teir skalt tú seta yvir teimum, sum fyristøðumenn, summar yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50, og summar yvir 10.
Onnur Mósebók 18:22 Onnur Mósebók
Teir skulu so skifta rætt millum fólkið altíð. Allar sakir, ið nógvan týdning hava, skulu teir lata koma fyri teg, men í øllum søkum, sum minni hava at týða, skulu teir døma sjálvir. Soleiðis lættir tú tær sjálvum byrðina, og teir bera hana við tær.
Onnur Mósebók 18:23 Onnur Mósebók
Gert tú hetta – og vil Gud tað so – tá fert tú at kunna halda út, og so kemur eisini alt fólkið her at kunna fara heim í friði.“
Onnur Mósebók 18:24 Onnur Mósebók
Móses fylgdi ráði verfaðirs síns og gjørdi alt, ið hann segði.
Onnur Mósebók 18:25 Onnur Mósebók
Hann valdi dugandi menn av øllum Ísrael og setti teir til høvuðsmenn yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar at vera yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50 og summar yvir 10.
Onnur Mósebók 18:26 Onnur Mósebók
Teir skiftu so rætt millum fólkið altíð; allar torførar sakir lótu teir koma fram fyri Móses, men í øllum søkum, sum minni høvdu at týða, dømdu teir sjálvir.
Onnur Mósebók 18:27 Onnur Mósebók
Síðani læt Móses verfaðir sín fara avstað aftur, og hann fór heimaftur til sítt egna land.
Orðtøkini 10:4 Orðtøkini
Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan.
Matteus 24:44 Matteus
Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.
Matteus 24:45 Matteus
Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?
Matteus 24:46 Matteus
Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at!
Matteus 24:47 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
Matteus 24:48 Matteus
Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: „Harri mín drálar!“ –
Matteus 24:49 Matteus
og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum,
Matteus 24:50 Matteus
so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,
Matteus 24:51 Matteus
og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.