feigheit
27 versir um "feigheit"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Orðtøkini 28:1 Orðtøkini
Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Orðtøkini 29:25 Orðtøkini
At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.
Matteus 5:11 Matteus
Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.
Matteus 5:12 Matteus
Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í Himli; soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum.
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók
Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
Markus 14:66 Markus
Meðan nú Pætur var niðri í garðinum, kom ein arbeiðskona høvuðsprestsins;
Markus 14:67 Markus
og táið hon sá Pætur verma seg, hugdi hon upp á hann og segði: „Eisini tú vart við Jesusi Nazareara!“
Markus 14:68 Markus
Men hann noktaði tað og segði: „Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur!“ So fór hann út í forgarðin, og hanin gól.
Markus 14:69 Markus
Her fekk arbeiðskonan at síggja hann og fór aftur at siga við tey, sum stóðu har: „Hesin er ein av teimum!“
Markus 14:70 Markus
Men hann noktaði tað uppaftur. Eina løtu eftir søgdu aftur tey, sum stóðu har, við Pætur: „So sanniliga ert tú ein av teimum! Tú ert jú eisini Galileari!“
Markus 14:71 Markus
Tá fór hann at banna sær og svørja: „Eg kenni ikki henda mann, ið tit tosa um!“
Markus 14:72 Markus
Í tí sama gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi orðið í hug, sum Jesus hevði sagt við hann: „Áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú avnokta Meg tríggjar ferðir.“ Og hann skar í grát.
Galatiabrævið 2:11 Galatiabrævið
Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp móti honum beint upp í eyguni – tí hann var at lasta.
Galatiabrævið 2:12 Galatiabrævið
Tí áðrenn nakrir komu frá Jákupi, át hann saman við heidningunum;* men táið teir komu, dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini.
Galatiabrævið 2:13 Galatiabrævið
Saman við honum hyklaðu eisini hinir Jødarnir, so at enntá Barnabas varð rivin við av hykli teirra.
Galatiabrævið 2:14 Galatiabrævið
Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: „Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!“
Dómararnir 7:3 Dómararnir
Lat tí nú rópa út fyri fólkinum: „Ein og hvør, ið óttafullur og ræddur er, hann kann venda við og fara heimaftur av Gileadsfjalli!““ Tá vendu 22000 mans av fólkinum aftur, og 10000 vórðu eftir.
Esaias 51:12 Esaias
Eg, Eg eri tann, sum troystar tykkum. – Hvør ert tú, at tú ræðist menniskjað, sum skal doyggja, menniskjabarnið, ið skal verða grasi líkt,
Lukas 22:54 Lukas
So tóku teir Hann, fóru avstað við Honum og leiddu Hann inn í hús høvuðsprestsins; og Pætur fylgdi eftir langt aftaná.
Lukas 22:55 Lukas
Teir kyndu nú eld mitt í garðinum og sótu saman har, og Pætur sat mitt ímillum teirra.
Lukas 22:56 Lukas
Men ein arbeiðskona sá hann sita har í ljósinum frá eldinum; hon stardi upp á hann og segði: „Eisini hesin var við Honum!“
Lukas 22:57 Lukas
Men hann avnoktaði Hann og segði: „Eg kenni Hann ikki, kvinna!“
Lukas 22:58 Lukas
Eitt sindur seinni sá eitt annað, ein av monnunum, hann og segði: „Eisini tú ert ein av teimum!“ Men Pætur svaraði: „Maður, eg eri tað ikki!“
Lukas 22:59 Lukas
Okkurt um tíma eftir hetta gjørdi ein annar tað av og segði: „So sanniliga var eisini hesin við Honum! Hann er jú eisini Galileari.“
Lukas 22:60 Lukas
Tá svaraði Pætur: „Maður, eg skilji ikki, hvat tú sigur!“ Í tí sama, meðan hann enn talaði, gól hanin.