fedrar skulu ikki reitsa børn sín
74 versir um "fedrar skulu ikki reitsa børn sín"
Versir
Síða 2 av 2Filippibrævið 1:8 Filippibrævið
Tí Gud er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við hjartalagi Krists Jesusar.
Filippibrævið 1:9 Filippibrævið
Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti,
Filippibrævið 1:10 Filippibrævið
so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt – til dag Kristusar,
Filippibrævið 1:11 Filippibrævið
fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov.
Filippibrævið 1:12 Filippibrævið
Eg vil, at tit skulu vita, brøður, at tað, sum mær hevur verið fyri, hevur heldur verið evangeliinum til frama;
Filippibrævið 1:13 Filippibrævið
tí harvið er vorðið allari lívvaktini og øllum hinum skilligt, at tað er fyri Kristusar skuld, eg eri í leinkjum;
Filippibrævið 1:14 Filippibrævið
og hinir flestu av brøðrunum hava – við leinkjum mínum – í áliti á Harranum fingið enn meiri dirvi at tala orð Guds óttaleysir.
Filippibrævið 1:15 Filippibrævið
Víst eru eisini nakrir, sum prædika Kristus av øvund og hugi til stríð; men aðrir gera tað tó av góðum vilja.
Filippibrævið 1:16 Filippibrævið
Hesir gera tað av kærleika, vitandi, at eg eri settur at verja evangeliið;
Filippibrævið 1:17 Filippibrævið
men hinir prædika Kristus av trætisjúku, ikki av reinum huga, men í teirri hugsan at leggja trongd aftrat leinkjum mínum.
Filippibrævið 1:18 Filippibrævið
Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, ið hvussu er, veri tað nú fyri eitt eiti ella av sonnum, og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg;
Filippibrævið 1:19 Filippibrævið
tí eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu við bøn tykkara og hjálp frá Anda Jesu Krists.
Filippibrævið 1:20 Filippibrævið
Tað er tráan og vón mín, at eg í ongum skal verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, so nú við, skal við øllum dirvi verða dýrmettur í likami mínum, veri tað nú við lívi ella við deyða.
Filippibrævið 1:21 Filippibrævið
Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur.
Filippibrævið 1:22 Filippibrævið
Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja,
Filippibrævið 1:23 Filippibrævið
men standi ivasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí tað var mangan, mangan betri;
Filippibrævið 1:24 Filippibrævið
men at verða verandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld.
Filippibrævið 1:25 Filippibrævið
Og við tað at eg eri vísur í hesum, veit eg, at eg skal liva og verða verandi hjá tykkum øllum, tykkum til frama og gleði í trúnni,
Filippibrævið 1:26 Filippibrævið
fyri at rós tykkara í Kristi Jesusi kann verða í yvirflóð við mær, táið eg komi til tykkara aftur.
Filippibrævið 1:27 Filippibrævið
Bert skulu tit liva lív tykkara, sum hóskandi er evangelii Kristusar, fyri at eg, um eg nú komi og síggi tykkum, ella eg eri fráverandi, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda, so tit við eini sál berjast saman fyri trúnni á evangeliið
Filippibrævið 1:28 Filippibrævið
og í ongum lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum – tað er teimum merki um undirgang, men tykkum um frelsu, og tað frá Gudi.
Filippibrævið 1:29 Filippibrævið
Tykkum varð jú givið – fyri Kristusar skuld – ikki bert at trúgva á Hann, men eisini at líða fyri Hansara skuld
Filippibrævið 1:30 Filippibrævið
– tit hava jú sama stríð, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.
Orðtøkini 29:17 Orðtøkini
Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína!