fedrar og synir
52 versir um "fedrar og synir"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 5:19 Jóhannes
Jesus tók tí til orða og segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin somuleiðis.
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Malakias 4:5 Malakias
Eg sendi tykkum Elias, profetin, áðrenn dagur HARRANS, hin stóri og øgiligi, kemur.
Malakias 4:6 Malakias
Hann skal venda hjørtum fedranna til børnini og hjørtum barnanna til fedrar teirra, so Eg komi ikki og slái landið við banni.
Sálmarnir 127:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.
Sálmarnir 127:2 Sálmarnir
Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur!
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Jóhannes 3:35 Jóhannes
Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond.
Jóhannes 10:30 Jóhannes
Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Orðtøkini 3:12 Orðtøkini
Tí HARRIN revsar tann, ið Hann elskar, Hann straffar sonin, ið er Honum kærur.
Orðtøkini 23:24 Orðtøkini
Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
Orðtøkini 24:1 Orðtøkini
Øvunda ikki ónd menniskju, og hav ikki hug at vera við teimum!
Orðtøkini 24:2 Orðtøkini
Tí hjarta teirra hugsar bert um yvirgangsverk, og varrar teirra tala vanlukku.
Orðtøkini 24:3 Orðtøkini
Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,
Orðtøkini 24:4 Orðtøkini
og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.
Orðtøkini 24:5 Orðtøkini
Vísur maður er sterkur, og kønur maður er veldigur í mátti.
Orðtøkini 24:6 Orðtøkini
Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa.
Orðtøkini 24:7 Orðtøkini
Vísdómur er dáranum ov høgur; í portrinum letur hann ikki upp munnin.
Orðtøkini 24:8 Orðtøkini
Tann, sum hevur ilt í huga, verður kallaður svikafullur maður.
Orðtøkini 24:9 Orðtøkini
Dárskaparráð er synd, og spottarin er andstygd millum fólk.
Orðtøkini 24:10 Orðtøkini
Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi.
Orðtøkini 24:11 Orðtøkini
Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin!
Orðtøkini 24:12 Orðtøkini
Um tú sigur: „Ja, men vit vistu tað ikki!“ – man tá ikki Hann skilja tað, Hann sum vigar hjørtuni! Og Hann, sum aktar eftir sál tíni, man Hann ikki vita tað og løna einum og hvørjum aftur eftir verkum hansara!
Orðtøkini 24:13 Orðtøkini
Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur!
Orðtøkini 24:14 Orðtøkini
Tú skalt vita, at so gagnligur er vísdómur sál tíni! Hevur tú funnið hann, so hevur tú framtíð, og vón tín skal ikki koma upp í einki.
Orðtøkini 24:15 Orðtøkini
Lúr ikki sum gudleysur eftir bústaði hins rættvísa, forkom ikki heimi hansara!
Orðtøkini 24:16 Orðtøkini
Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur.
Orðtøkini 24:17 Orðtøkini
Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast
Orðtøkini 24:18 Orðtøkini
– so HARRIN sær tað, og Honum líkar tað illa, og Hann vendir vreiði Síni frá honum!
Orðtøkini 24:19 Orðtøkini
Ilskast ikki um hini óndu, og øvunda ikki gudleys!
Orðtøkini 24:20 Orðtøkini
Tí hini óndu hava onga framtíð, lampa gudleysra sløknar.
Orðtøkini 24:21 Orðtøkini
Óttast HARRAN og kongin, sonur mín! Teir, sum seta seg upp móti teimum, mást tú einki hava við at gera.
Orðtøkini 24:22 Orðtøkini
Tí brádliga kemur vanlukkan frá teimum, og oyðingin frá teimum báðum – hvør kennir hana!
Orðtøkini 24:23 Orðtøkini
Eisini hesi eru orðtøk vísmanna: Dómari eigur ikki at gera mannamun.
Orðtøkini 24:24 Orðtøkini
Tann, sum sigur við hin seka: „Tú ert sakleysur!“ honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir;
Orðtøkini 24:25 Orðtøkini
men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey.
Orðtøkini 24:26 Orðtøkini
Koss á varrar gevur tann, ið svarar við røttum orðum.
Orðtøkini 24:27 Orðtøkini
Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
Orðtøkini 24:28 Orðtøkini
Ver ikki uttan grund vitni móti næsta tínum! – Ella vilt tú gera svik við vørrum tínum?
Orðtøkini 24:29 Orðtøkini
Sig ikki: „Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!“
Orðtøkini 24:30 Orðtøkini
Eg kom gangandi fram við mark eins letinga, fram við víngarði eins menniskja, sum einki vit hevði.
Orðtøkini 24:31 Orðtøkini
Og veitst tú – alt var undirgingið í tistlum, heilt fjalt av notum, grótgarðurin rundanum lá niðri!
Orðtøkini 24:32 Orðtøkini
Eg skoðaði og legði mær tað í huga, eg sá og tók læru av tí:
Orðtøkini 24:33 Orðtøkini
[Sigur tú:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 24:34 Orðtøkini
– sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Matteus 3:17 Matteus
Og rødd kom av Himli, sum segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“
Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið
So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.