fedrar og døtur
5 versir um "fedrar og døtur"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Jeremias 29:6 Jeremias
Takið tykkum konur og fáið synir og døtur, takið sonum tykkara konur og giftið døtur tykkara burtur, so tær kunnu fáa synir og døtur. Nørist har, fækkist ikki!
Ezekiel 16:44 Ezekiel
Øll, ið nýta orðtøk, skulu nýta hetta orðtak um teg: „Sum móðir, so dóttir!“
Lukas 12:53 Lukas
Tey skulu liggja í stríði, faðir við son, og sonur við faðir, móðir við dóttur, og dóttir við móður, vermóðir við sonarkonu, og sonarkona við vermóður.“
Seinna Korintbrævið 6:18 Seinna Korintbrævið
„og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.“