Feba
28 versir um "Feba"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 16:1 Rómverjabrævið
Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea.
Rómverjabrævið 16:2 Rómverjabrævið
Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heilagu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum.
Rómverjabrævið 16:3 Rómverjabrævið
Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi!
Rómverjabrævið 16:4 Rómverjabrævið
Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna.
Rómverjabrævið 16:5 Rómverjabrævið
Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus!
Rómverjabrævið 16:6 Rómverjabrævið
Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum!
Rómverjabrævið 16:7 Rómverjabrævið
Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg!
Rómverjabrævið 16:8 Rómverjabrævið
Heilsið Ampliatusi, hinum elskaða mínum í Harranum!
Rómverjabrævið 16:9 Rómverjabrævið
Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi, og Stakysi, hinum elskaða mínum!
Rómverjabrævið 16:10 Rómverjabrævið
Heilsið Apellesi, hinum roynda í Kristusi! Heilsið teimum hjá Aristobulusi!
Rómverjabrævið 16:11 Rómverjabrævið
Heilsið Heródion, skyldmanni mínum! Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru!
Rómverjabrævið 16:12 Rómverjabrævið
Heilsið Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiða í Harranum! Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur arbeitt nógv í Harranum!
Rómverjabrævið 16:13 Rómverjabrævið
Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni!
Rómverjabrævið 16:14 Rómverjabrævið
Heilsið Asynkritusi, Flegon, Hermes, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum har hjá teimum!
Rómverjabrævið 16:15 Rómverjabrævið
Heilsið Filologusi og Juliu, Nereusi og systur hansara, Olympasi og øllum hinum heilagu hjá teimum!
Rómverjabrævið 16:16 Rómverjabrævið
Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið
Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
Rómverjabrævið 16:19 Rómverjabrævið
Øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er.
Rómverjabrævið 16:20 Rómverjabrævið
Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
Rómverjabrævið 16:21 Rómverjabrævið
Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum, somuleiðis Lukius, Jason og Sosipater, skyldmenn mínir.
Rómverjabrævið 16:22 Rómverjabrævið
– Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið niður, heilsi tykkum í Harranum. –
Rómverjabrævið 16:23 Rómverjabrævið
Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.
Rómverjabrævið 16:24 Rómverjabrævið
Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen!
Rómverjabrævið 16:25 Rómverjabrævið
Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um,
Rómverjabrævið 16:26 Rómverjabrævið
men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni
Rómverjabrævið 16:27 Rómverjabrævið
– Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen.
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.