fasta og bøn
35 versir um "fasta og bøn"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:16 Matteus
Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:17 Matteus
Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,
Matteus 6:18 Matteus
fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Jóel 2:12 Jóel
Men enntá nú – sigur HARRIN – vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan,
Ápostlasøgan 14:23 Ápostlasøgan
So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á.
Ester 4:16 Ester
„Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur – nátt og dag – mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!“
Esaias 58:6 Esaias
Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,
Markus 9:29 Markus
Hann svaraði teimum: „Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.“
Ápostlasøgan 13:2 Ápostlasøgan
Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“
Ápostlasøgan 13:3 Ápostlasøgan
Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað.
Onnur Mósebók 34:28 Onnur Mósebók
Hann varð so har hjá HARRANUM 40 dagar og 40 nætur uttan at eta breyð og uttan at drekka vatn; og Hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, hini 10 orðini.
Ezra 8:21 Ezra
So læt eg har við ánna Ahava boða føstu, at vit skuldu eyðmýkja okkum fyri ásjón Guds okkara og biðja Hann lata eydnuna vera við okkum og børnum okkara og øllum, ið vit áttu, á ferðini.
Ezra 8:22 Ezra
Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: „Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl; men máttur og vreiði Hansara eru yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið.“
Ezra 8:23 Ezra
Vit fastaðu tá og bóðu Gud okkara um hjálp, og Hann bønhoyrdi okkum.
Nehemias 1:4 Nehemias
Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.
Sálmarnir 35:13 Sálmarnir
– Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi!
Esaias 58:1 Esaias
Rópa, tað tú ert mentur, spar ikki! Lyft upp rødd tína sum lúður og kunnger fólki Mínum misbrot teirra, húsi Jákups syndir teirra!
Esaias 58:2 Esaias
Og Meg søkja tey tó dag um dag og vilja hava leiðir Mínar at vita, sum tey høvdu verið fólk, ið hevur gjørt rættvísi og ikki svikið rætt Guds síns. Tey krevja Meg eftir rættvísum dómum; tey vilja, at Gud skal koma teimum nær:
Esaias 58:3 Esaias
„Hví sært Tú ikki, at vit fasta? Hví gevur Tú ikki gætur, at vit plága sál okkara?“ – Men tann dag tit fasta, gera tit arbeiði tykkara, og tit koyra undir øll, ið arbeiða hjá tykkum!
Esaias 58:4 Esaias
Jú, til at kjakast og stríðast fasta tit, og til at sláa við neva gudloysis; tit fasta ikki so nú, at rødd tykkara kann verða hoyrd á hæddini.
Esaias 58:5 Esaias
Er hetta føstan, ið Mær líkar – dagur, táið menniskjað plágar sál sína! At heingja høvdið niður sum sev og reiða sær song í sekki og øsku – kallar tú tað føstu og dag, sum HARRANUM toknast?
Esaias 58:7 Esaias
ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!
Esaias 58:8 Esaias
Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.
Esaias 58:9 Esaias
Tá skalt tú kalla á HARRAN, og Hann skal svara; tú skalt rópa, og Hann skal siga: „Her eri Eg!“ Táið tú fært hvørt ok burt frá tær, gevur uppat at peika við fingrum* og tosa tað, ið ilt er,
Esaias 58:10 Esaias
og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál – tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin.
Esaias 58:11 Esaias
HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.
Esaias 58:12 Esaias
Synir tínir skulu byggja upp aftur avgamlar toftir; múrar, sum hava ligið niðurdotnir mann eftir mann, skalt tú reisa aftur, og tú skalt verða róptur „hann, sum laðar upp í aftur múrskørð,“ og „hann, sum vælir um vegir, so fólk fær búð í landinum.“
Esaias 58:13 Esaias
Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín – táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag – táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð
Esaias 58:14 Esaias
– tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað!
Dániel 10:3 Dániel
leskiligan mat át eg ongan, kjøt og vín kom mær ikki í munn, og ei heldur salvaði eg meg, fyrrenn hesar tríggjar vikur vóru at enda.
Jóel 1:14 Jóel
Lýsið heilaga føstu, boðið hátíðarstevnu, fáið saman hinar elstu, ja, allar, sum í landinum búgva, í húsi HARRANS Guds tykkara, og rópið til HARRAN!
Matteus 9:14 Matteus
Tá komu lærisveinar Jóhannesar til Hansara og søgdu: „Hví fasta vit og Fariseararnir so nógv, og lærisveinar Tínir fasta ikki?“
Matteus 9:15 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Fara brúðmenninir at syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta.
Lukas 2:37 Lukas
og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.
Fyrra Korintbrævið 7:5 Fyrra Korintbrævið
Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum – eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn – og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!