fasta

22 versir um "fasta"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 6:16 Matteus

Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

4
Matteus 6:17 Matteus

Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,

4
Matteus 6:18 Matteus

fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

4
Ezra 8:23 Ezra

Vit fastaðu tá og bóðu Gud okkara um hjálp, og Hann bønhoyrdi okkum.

3
Dániel 10:3 Dániel

leskiligan mat át eg ongan, kjøt og vín kom mær ikki í munn, og ei heldur salvaði eg meg, fyrrenn hesar tríggjar vikur vóru at enda.

3
Jóel 2:12 Jóel

Men enntá nú – sigur HARRIN – vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan,

3
Onnur Mósebók 34:28 Onnur Mósebók

Hann varð so har hjá HARRANUM 40 dagar og 40 nætur uttan at eta breyð og uttan at drekka vatn; og Hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, hini 10 orðini.

2
Nehemias 1:4 Nehemias

Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.

2
Ester 4:16 Ester

„Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur – nátt og dag – mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!“

2
Sálmarnir 35:13 Sálmarnir

– Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi!

2
Sálmarnir 69:10 Sálmarnir

Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg.

2
Esaias 58:3 Esaias

„Hví sært Tú ikki, at vit fasta? Hví gevur Tú ikki gætur, at vit plága sál okkara?“ – Men tann dag tit fasta, gera tit arbeiði tykkara, og tit koyra undir øll, ið arbeiða hjá tykkum!

2
Esaias 58:4 Esaias

Jú, til at kjakast og stríðast fasta tit, og til at sláa við neva gudloysis; tit fasta ikki so nú, at rødd tykkara kann verða hoyrd á hæddini.

2
Esaias 58:5 Esaias

Er hetta føstan, ið Mær líkar – dagur, táið menniskjað plágar sál sína! At heingja høvdið niður sum sev og reiða sær song í sekki og øsku – kallar tú tað føstu og dag, sum HARRANUM toknast?

2
Esaias 58:6 Esaias

Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,

2
Esaias 58:7 Esaias

ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!

2
Lukas 2:37 Lukas

og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.

2
Lukas 4:2 Lukas

og varð 40 dagar freistaður av Djevulinum. Hann át einki teir dagarnar; og táið teir vóru á enda, fór Hann at hungra.

2
Ápostlasøgan 13:2 Ápostlasøgan

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“

2
Ápostlasøgan 13:3 Ápostlasøgan

Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað.

2
Ápostlasøgan 14:23 Ápostlasøgan

So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á.

2
Fyrra Korintbrævið 7:5 Fyrra Korintbrævið

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum – eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn – og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!

2