falskir profetar
18 versir um "falskir profetar"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið
Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Fimta Mósebók 18:20 Fimta Mósebók
Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!“
Fimta Mósebók 18:21 Fimta Mósebók
Sigur tú nú við tær sjálvum: „Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?“
Fimta Mósebók 18:22 Fimta Mósebók
– so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!“
Jeremias 23:16 Jeremias
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Lurtið ikki eftir tí, ið profetarnir siga, sum profetera fyri tykkum! Teir dára tykkum bert; sjónir úr sínum egna hjarta bera teir fram, ikki orð av munni HARRANS.
Matteus 24:11 Matteus
Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið
Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið
tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum, og heimurin hoyrir teir.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. – Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar.