falskir prædikarar
16 versir um "falskir prædikarar"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið
Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið
tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið
Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
Seinna Pætursbrævið 2:2 Seinna Pætursbrævið
Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld.
Seinna Pætursbrævið 2:3 Seinna Pætursbrævið
Í havisjúku skulu teir – við orðum, sum teir einki meina við – nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Matteus 7:16 Matteus
Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!