falskir kristnir

84 versir um "falskir kristnir"

Versir

Síða 2 av 2
Matteus 7:18 Matteus

Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.

2
Matteus 7:19 Matteus

Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.

2
Matteus 7:20 Matteus

Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.

2
Matteus 7:24 Matteus

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.

2
Matteus 7:25 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.

2
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

2
Matteus 7:27 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“

2
Matteus 7:28 Matteus

Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;

2
Matteus 7:29 Matteus

tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.

2
Matteus 15:8 Matteus

„Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær.

2
Lukas 6:46 Lukas

Men hví kalla tit Meg: „Harri, Harri!“ – og gera ikki tað, sum Eg sigi?

2
Jóhannes 8:44 Jóhannes

Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.

2
Jóhannes 13:35 Jóhannes

Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“

2
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið

Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!

2
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið

Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.

2
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið

Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:1 Seinna Tessalonikabrævið

Nú – viðvíkjandi komu Harra okkara Jesu Krists, og at vit skulu verða savnað til Hansara, biðja vit tykkum, brøður,

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:2 Seinna Tessalonikabrævið

ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi – sum skal vera frá okkum – eins og dagur Harrans stóð fyri durunum.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:3 Seinna Tessalonikabrævið

Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin,

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:4 Seinna Tessalonikabrævið

hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:5 Seinna Tessalonikabrævið

Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum?

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:6 Seinna Tessalonikabrævið

Og nú – tit vita, hvat ið heldur honum aftur, so hann skal ikki stíga fram fyrrenn á tíð síni.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:7 Seinna Tessalonikabrævið

Tí loynimál lógloysisins virkar longu; bert má hann, sum nú heldur aftur, fara av vegnum,

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:8 Seinna Tessalonikabrævið

og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:9 Seinna Tessalonikabrævið

Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:10 Seinna Tessalonikabrævið

og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:11 Seinna Tessalonikabrævið

Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini –

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:12 Seinna Tessalonikabrævið

fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:13 Seinna Tessalonikabrævið

Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:14 Seinna Tessalonikabrævið

Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:15 Seinna Tessalonikabrævið

Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi!

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:16 Seinna Tessalonikabrævið

Og Hann sjálvur, Harri okkara Jesus Kristus, og Gud, Faðir okkara, sum elskaði okkum og í náði gav okkum æviga troyst og góða vón,

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:17 Seinna Tessalonikabrævið

Hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í øllum góðum verki og allari góðari talu!

2
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

2