Fall Satans

21 versir um "Fall Satans"

Versir

Síða 1 av 1
Ezekiel 28:13 Ezekiel

Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín – karneol, topas, jaspis, krýsolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull; trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur, stóðu tær til reiðar.

7
Ezekiel 28:14 Ezekiel

Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og Eg setti teg á hitt heilaga gudafjallið; har gekst tú um millum skyggjandi steinar.

7
Ezekiel 28:15 Ezekiel

Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi tú vart skaptur, inntil órættvísi varð funnin hjá tær.

7
Ezekiel 28:16 Ezekiel

Við mikla handli tínum vart tú fullur innan av órætti, og tú syndaði; so vanhalgaði Eg teg og rak teg burtur av gudafjallinum, og Eg gjørdi teg til einkis, tú, kerúburin, sum gav lívd, so tú slapst ikki at vera millum hinar skyggjandi steinarnar longur.

7
Ezekiel 28:17 Ezekiel

Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum; við ljóma tínum forkomst tú vísdómi tínum; Eg kastaði teg til jarðar, Eg legði teg niður fyri ásjón konga, so teir kundu skoða teg.

7
Ezekiel 28:18 Ezekiel

Við mongu misgerðum tínum, við órættvísa handli tínum vanhalgaði tú halgidómar tínar. Tí lati Eg eld ganga út úr tær, og hann skal oyða teg; Eg geri teg til øsku á jørðini fyri eygum alra, ið síggja teg.

7
Ezekiel 28:19 Ezekiel

Øll millum fólkasløgini, sum kendu teg, eru ræðslusligin av tær; ræðsla ert tú vorðin, og tú ert burtur – til ævigar tíðir.

7
Esaias 14:12 Esaias

Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!

5
Esaias 14:13 Esaias

Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: „Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri;

5
Esaias 14:14 Esaias

eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!“

5
Esaias 14:15 Esaias

– Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina!

5
Lukas 10:18 Lukas

Tá segði Hann við teir: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós.

5
Opinberingin 12:9 Opinberingin

Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.

5
Jóhannes 8:44 Jóhannes

Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.

3
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.

3
Matteus 25:41 Matteus

So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!

2
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.

2
Fyrra Pætursbrævið 5:9 Fyrra Pætursbrævið

Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.

2
Opinberingin 20:1 Opinberingin

Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.

2
Opinberingin 20:2 Opinberingin

Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, bant hann fyri 1000 ár

2
Opinberingin 20:3 Opinberingin

og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar – fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.

2