Faðir vár
13 versir um "Faðir vár"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:9 Matteus
Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Matteus 6:11 Matteus
Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!
Matteus 6:12 Matteus
Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara.
Matteus 6:13 Matteus
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.“
Matteus 6:6 Matteus
Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Lukas 11:2 Lukas
Hann segði við teir: „Táið tit biðja, sigið tá: „Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt!
Lukas 11:3 Lukas
Gev okkum hvønn dag dagliga breyð okkara!
Lukas 11:4 Lukas
Fyrigev okkum syndir okkara – tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!““
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.