Ezekiel
345 versir um "Ezekiel"
Versir
Síða 1 av 7Ezekiel 1:1 Ezekiel
Tann fimta í fjórða mánaði tríatiunda árið – eg var tá millum hini herleiddu við Kebará – opnaðist himmalin, og eg sá sjónir frá Gudi.
Ezekiel 1:2 Ezekiel
Tann fimta í mánaðinum – tað var fimta árið, eftir at Jójakin kongur var farin í útlegd –
Ezekiel 1:3 Ezekiel
kom orð HARRANS til Ezekiel prest, son Buzi, í Kaldearalandi, við Kebará, og hond HARRANS kom har yvir hann.
Ezekiel 1:4 Ezekiel
Og eg fekk at síggja harðveður koma norðaneftir, stórt skýggj við logandi eldi, og bjart skin var rundan um tað; mitt í tí, mitt í eldinum, sást nakað, ið var eins og blankur málmur.
Ezekiel 1:5 Ezekiel
Mitt í tí sást nakað, sum líktist fýra livandi verum, ið sóu soleiðis út: Tær vóru sum menniskju at síggja;
Ezekiel 1:6 Ezekiel
men tær høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir;
Ezekiel 1:7 Ezekiel
føtur teirra vóru beinir, og fótabløð teirra vóru sum føturnir á kálvi; teir skinu sum blankt kopar.
Ezekiel 1:8 Ezekiel
Menniskjahendur høvdu tær undir veingjunum á øllum fýra síðum. Við andlitum og veingjum teirra var so á øllum fýra:
Ezekiel 1:9 Ezekiel
Veingir teirra lógu hvør upp at øðrum; táið tær gingu, vendu tær sær ikki, nei, tær gingu allar beint fram.
Ezekiel 1:10 Ezekiel
Andlit teirra líktust menniskjaandliti; men andlit sum leyva høvdu tær allar fýra høgrumegin, andlit sum neyt høvdu tær allar fýra vinstrumegin, og andlit sum ørn høvdu tær eisini allar fýra.
Ezekiel 1:11 Ezekiel
So var við andlitum teirra. Veingir teirra vóru útbreiddir upptil; hvør veran hevði tveir veingir, sum tær numu hvør við aðra við, og tveir, sum fjaldu likam teirra.
Ezekiel 1:12 Ezekiel
Tær gingu allar beint fram; hagar sum andin vildi fara, fóru tær; tær vendu sær ikki, táið tær gingu.
Ezekiel 1:13 Ezekiel
Hesar livandi verur sóu út eins og gløður, ið brunnu sum kyndlar; eldurin fór aftur og fram millum hinar livandi verurnar; hann hevði bjart skin, og snarljós gingu út úr eldinum.
Ezekiel 1:14 Ezekiel
Hinar livandi verurnar fóru aftur og fram og skygdu sum snarljós.
Ezekiel 1:15 Ezekiel
Táið eg nú hugdi at hinum livandi verunum, sá eg, at eitt hjól stóð á jørðini hjá hvørji hini livandi veruni; tey vendu í fýra ættir.
Ezekiel 1:16 Ezekiel
Hjólini sóu út, sum tey vóru gjørd av einumhvørjum, ið líktist krýsolit, og tey sóu líka út øll fýra; tað sá út, sum tey vóru gjørd so, at eitt hjólið var innan í øðrum.
Ezekiel 1:17 Ezekiel
Í allar fýra ættir gingu tey, táið tey gingu; tey vendu sær ikki, táið tey gingu.
Ezekiel 1:18 Ezekiel
Hjólgjarðirnar vóru høgar og øgiligar, og tær vóru á øllum fýra hjólunum fullar av eygum allan vegin runt.
Ezekiel 1:19 Ezekiel
Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið hinar livandi verurnar lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við.
Ezekiel 1:20 Ezekiel
Hagar ið andin vildi fara, fóru tær; og hjólini lyftu sær samstundis sum tær; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum.
Ezekiel 1:21 Ezekiel
Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu tey við; táið tær stóðu, stóðu tey við, og táið tær lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við lið teirra; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum.
Ezekiel 1:22 Ezekiel
Yvir høvdum hinna livandi veranna var nakað, ið líktist hvølvi, sum skínandi krystall at síggja; tað var tant út uppi yvir høvdum teirra.
Ezekiel 1:23 Ezekiel
Undir hvølvinum stóðu veingir teirra beint út, so teir numu hvør við annan; hvør teirra hevði báðumegin tveir veingir, sum fjaldu likam teirra.
Ezekiel 1:24 Ezekiel
Táið tær gingu, hoyrdi eg ljóðið av veingjum teirra, tað var sum ljóðið av stórum vøtnum, sum rødd hins Alvalda, ógvuligur duni, sum gnýggið, har ein herur hevur tilhald. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga.
Ezekiel 1:25 Ezekiel
Rødd hoyrdist uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga.
Ezekiel 1:26 Ezekiel
Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja.
Ezekiel 1:27 Ezekiel
Eg sá nakað, ið líktist blonkum málmi – sum eld at síggja – við ringi av ljósi rundanum, frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og uppeftir. Men frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og niðureftir, sá eg nakað, ið sá út sum eldur, og rundan um Hann var bjart skin.
Ezekiel 1:28 Ezekiel
Eins og at síggja bogan í skýnum regndag, var at síggja skinið har rundanum. – Soleiðis sá dýrd HARRANS út – sum hon vísti seg fyri mær. Táið eg sá tað, fall eg á andlit mítt og hoyrdi rødd Eins, ið tosaði.
Ezekiel 25:17 Ezekiel
Eg skal lata stóra hevnd koma yvir tey og revsa tey í vreiði Míni, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati hevnd Mína koma yvir tey.
Ezekiel 2:1 Ezekiel
Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Reis teg á føtur, so Eg fái talað við teg!“
Ezekiel 2:2 Ezekiel
Og sum Hann talaði við meg, kom andi í meg, sum fekk meg á føtur at standa; eg lurtaði so eftir Honum, ið talaði við meg.
Ezekiel 2:3 Ezekiel
Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Eg sendi teg til Ísraelsmenn, hasar fráfalnu heidningar, ið eru falnir frá Mær; líka til henda dag hava teir – sum fedrar teirra – verið Mær trúleysir.
Ezekiel 2:4 Ezekiel
Og til synirnar við frekum andlitum og hørðum hjørtum sendi Eg teg, og tú skalt siga við teir: „So sigur Harrin HARRIN!“
Ezekiel 2:5 Ezekiel
Um teir nú lurta eftir ella ikki – tí ólýðin ætt eru teir – so skulu teir sanna, at profetur hevur verið millum teirra.
Ezekiel 2:6 Ezekiel
Men tú, menniskjasonur! Ræðst teir ikki, óttast ikki orð teirra! Tí notur og tornir eru rundan um teg, og millum skorpiónir býrt tú. Óttast ikki orð teirra og ræðst ikki fyri andliti teirra! – Tí ólýðin ætt eru teir.
Ezekiel 2:7 Ezekiel
Nei, tala orð Míni til teirra, um teir nú lurta eftir ella ikki! – Tí ólýdnir eru teir.
Ezekiel 2:8 Ezekiel
Men tú, menniskjasonur! Lurta eftir tí, sum Eg sigi við teg! Ver ikki ólýðin sum henda ólýdna ætt! Lat upp munnin og et tað, ið Eg her gevi tær!“
Ezekiel 2:9 Ezekiel
– Eg fekk nú at síggja hond, ið var rætt út móti mær, og í henni var bókrulla.
Ezekiel 2:10 Ezekiel
Hana breiddi Hann út framman fyri mær, og skrivað var á hana bæði uttan og innan; tað vóru sorgarsongir, suff og veiróp, ið á henni stóðu.
Ezekiel 3:1 Ezekiel
Nú segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Et tað, ið tú hevur fyri tær her, et hesa bókrullu, og far so og tala til hús Ísraels!“
Ezekiel 3:2 Ezekiel
Eg læt tá upp munnin, og Hann gav mær rulluna at eta
Ezekiel 3:3 Ezekiel
og segði við meg: „Menniskjasonur! Metta búk tín og fyll innvøl tín við hesi rullu, ið Eg gevi tær!“ Eg át nú, og í munni mínum var hon søt sum hunangur.
Ezekiel 3:4 Ezekiel
So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Far til hús Ísraels og tala til teirra við orðum Mínum!
Ezekiel 3:5 Ezekiel
Tí tú verður sendur til hús Ísraels, ikki til fólk, ið hevur torskilið mál og hevur ilt við at tosa,
Ezekiel 3:6 Ezekiel
ikki til mong fólkasløg, ið hava torskilið mál og hava ilt við at tosa, og hvørja orð tú skilir ikki – sanniliga, hevði Eg sent teg til teirra, tey høvdu lurtað eftir tær!
Ezekiel 3:7 Ezekiel
Men hús Ísraels fer ikki at lurta eftir tær – tí teir lurta ikki eftir Mær! Alt hús Ísraels hevur harðar pannur og forherðað hjørtu.
Ezekiel 3:8 Ezekiel
Men Eg geri andlit títt hart móti andliti teirra og pannu tína harða móti pannu teirra;
Ezekiel 3:9 Ezekiel
sum diamant, harðari enn stein, geri Eg pannu tína; tú skalt ikki óttast teir og ikki ræðast fyri andliti teirra; tí ólýðin ætt eru teir.“
Ezekiel 3:10 Ezekiel
Framvegis segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Øll orðini, ið Eg tali til tín, skalt tú taka inn í hjartað og hoyra við oyrunum.
Ezekiel 3:11 Ezekiel
Far síðani til landsmenn tínar, sum í útlegd eru, og tala til teirra og sig: „So sigur Harrin HARRIN!“ – um teir nú lurta eftir ella ikki.“