eystur frá vestri
19 versir um "eystur frá vestri"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 103:12 Sálmarnir
So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.
Matteus 24:27 Matteus
Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Esaias 43:5 Esaias
Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg.
Zakarias 8:7 Zakarias
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg frelsi fólk Mítt, bæði úr Eysturlandi og úr Vesturlandi,
Fyrsta Mósebók 13:14 Fyrsta Mósebók
Aftan á at Lot hevði skilt seg frá Ábrami, segði HARRIN við Ábram: „Hygg upp og hygg rundan um teg, haðani sum tú stendur, norðureftir, suðureftir, eystureftir og vestureftir!
Esaias 43:25 Esaias
– Eg, Eg eri tann, sum – fyri Mína skuld – striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar.
Esaias 59:19 Esaias
So skulu tey í vestri óttast navn HARRANS, og tey í eystri dýrd Hansara. Táið fíggindin herjar á sum streymur, skal Andi HARRANS reka hann burt.
Ezekiel 11:23 Ezekiel
Dýrd HARRANS lyfti sær upp av býnum og varð standandi á fjallinum, ið eystan fyri býin er.
Mika 7:19 Mika
Hann skal aftur miskunna okkum, Hann skal traðka niður misbrot okkara. Tú skalt kasta allar syndir teirra í djúp havsins.
Matteus 8:11 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis.
Fyrsta Mósebók 28:14 Fyrsta Mósebók
Avkom títt skal verða sum dustið á jørðini, og tú skalt breiða teg vestureftir og eystureftir, norðureftir og suðureftir; og í tær og í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.
Esaias 44:22 Esaias
Sum toku havi Eg latið misgerðir tínar hvørva og sum skýggj syndir tínar – vend við til Mín, tí Eg havi frelst teg!
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Malakias 1:11 Malakias
Tí frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Matteus 2:1 Matteus
Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea – á døgum Heródesar kongs – komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerusalem og søgdu:
Matteus 2:2 Matteus
„Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“
Hebrearabrævið 8:12 Hebrearabrævið
Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Opinberingin 7:2 Opinberingin
Eg sá annan eingil stíga fram, haðani sum sólin kemur upp; hann hevði innsigli hins livandi Guds, og hann rópti hart til hinar fýra einglarnar, sum givið var at skaða jørðina og havið, og segði: