eyðmjúkur / lágmæltur
60 versir um "eyðmjúkur / lágmæltur"
Versir
Síða 2 av 2Zakarias 9:8 Zakarias
Eg skal reisa tjøld Míni til vernd fyri hús Mítt móti herum, ið koma og fara, og eingin kúgari skal koma yvir tey uppaftur; tí nú havi Eg sæð tað við Mínum egnu eygum.
Zakarias 9:10 Zakarias
Eg skal oyða vagnarnar úr Efra’im og hestarnar úr Jerusalem; allir herbogar skulu oyðast. Hann skal tala frið til tjóðirnar, og harradømi Hansara skal náa frá havi til hav og frá ánni til endar jarðarinnar.
Zakarias 9:11 Zakarias
Fyri sáttmálablóðs tíns skuld skal Eg sleppa fangum tínum út, ja, upp úr hinum vatnleysa brunni.
Zakarias 9:12 Zakarias
Heimaftur til borgina, tit fangar, ið vón hava! Eisini í dag kunngeri Eg tykkum, at Eg skal geva tykkum dupult aftur.
Zakarias 9:13 Zakarias
Tí Eg spenni Juda sum boga Mín, leggi Efra’im á sum píl, og Eg eggi synir tínar, Zion, móti sonum tínum, Javan; Eg geri teg líkan svørði kappans.
Zakarias 9:14 Zakarias
Ja, HARRIN skal opinbera Seg yvir teimum, og pílur Hansara skal fara út sum snarljósið; Harrin HARRIN skal blása í horn og ganga fram í sunnanstormum.
Zakarias 9:15 Zakarias
HARRIN Gud herskaranna skal vera teimum vernd, og teir skulu gloypa fíggindum sínum og traðka teir undir fótum sum sleingisteinar; teir skulu drekka blóð teirra og verða kátir sum av víni; teir skulu verða so fullir av blóði sum offurskálin, sum altarhornini.
Zakarias 9:16 Zakarias
HARRIN Gud teirra skal frelsa tey tann dag; tey eru jú fólkið, ið Hann hevur tikið til fylgi Sítt; tí tey eru dýrir steinar í krúnu og skyggja yvir land Hansara.
Zakarias 9:17 Zakarias
– Hvør dýrt er tað ikki, og hvør vakurt! Kornið fær unglingar at blóma upp, og vínið ungar gentur.
Filippibrævið 3:21 Filippibrævið
sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.