eyðmjúkur / lágmæltur
60 versir um "eyðmjúkur / lágmæltur"
Versir
Síða 1 av 2Orðtøkini 29:23 Orðtøkini
Hugmóð menniskjans leiðir tað í fall, men hin eyðmjúki vinnur heiður.
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Sálmarnir 82:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Asaf. Gud stígur fram í samkomu Guds, mitt ímillum gudar heldur Hann dóm:
Sálmarnir 82:2 Sálmarnir
„Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?“ – Sela.
Sálmarnir 82:3 Sálmarnir
„Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!
Sálmarnir 82:4 Sálmarnir
Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu!
Sálmarnir 82:5 Sálmarnir
– Men teir skilja einki og sansa einki, teir ganga í myrkri; allir grundvøllir jarðarinnar riða.
Sálmarnir 82:6 Sálmarnir
Eg havi sagt: „Tit eru gudar, tit eru allir synir hins Hægsta.“
Sálmarnir 82:7 Sálmarnir
Men sanniliga, sum menniskju skulu tit doyggja, og sum ein av høvdingunum skulu tit falla!“
Sálmarnir 82:8 Sálmarnir
Reis Teg, Gud, døm jørðina, tí við arvarætti ræður Tú yvir øllum fólkunum!
Sálmarnir 83:1 Sálmarnir
Songur. Sálmur. Eftir Asaf.
Sálmarnir 83:2 Sálmarnir
Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud!
Sálmarnir 83:3 Sálmarnir
Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
Sálmarnir 83:4 Sálmarnir
Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;
Sálmarnir 83:5 Sálmarnir
teir siga: „Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!“
Sálmarnir 83:6 Sálmarnir
Ja, í felagsskapi leggja teir ráð og gera sáttmála móti Tær,
Sálmarnir 83:7 Sálmarnir
tjøld Edoms og Ísmaelitar, Móab og Hagritar,
Sálmarnir 83:8 Sálmarnir
Gebal, Ammon, Amalek, Filistaraland saman við teimum, sum búgva í Týrus;
Sálmarnir 83:9 Sálmarnir
Assur við er farin í lag við teimum, teir eru vorðnir børnum Lots ein armur. – Sela.
Sálmarnir 83:10 Sálmarnir
Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jabin við Kisonsløk!
Sálmarnir 83:11 Sálmarnir
Teir vórðu oyddir við En-Dor, vórðu tøð á markini.
Sálmarnir 83:12 Sálmarnir
Lat gangast teimum, fremstu monnum teirra, sum Oreb og Ze’eb, øllum høvdingum teirra sum Zeba og Zalmunna,
Sálmarnir 83:13 Sálmarnir
teimum, ið siga: „Latið okkum taka okkum bústaðir Guds í ogn!“
Sálmarnir 83:14 Sálmarnir
– Gud mín, lat teir verða sum leyvið, ið fýkur, sum dumbu fyri vindinum!
Sálmarnir 83:15 Sálmarnir
Sum eldur brennir skóg, og sum login ger fjøllini til bál,
Sálmarnir 83:16 Sálmarnir
rek Tú teir soleiðis við stormi Tínum, ræð teir við harðveðri Tínum!
Sálmarnir 83:17 Sálmarnir
Fyll andlit teirra við skomm, so teir søkja navn Títt, HARRI!
Sálmarnir 83:18 Sálmarnir
Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!
Orðtøkini 11:2 Orðtøkini
Kemur hugmóð, kemur skomm við, men hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.
Esaias 57:15 Esaias
Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
Zakarias 9:9 Zakarias
Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnaðarróp, dóttir Jerusalem! Hygg, kongur tín kemur til tín! Rættvísur er Hann og fullur av frelsu, fátækur er Hann og ríður á esli, á ungum esilsfyli.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Matteus 11:29 Matteus
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Matteus 11:30 Matteus
Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“
Fyrra Korintbrævið 1:28 Fyrra Korintbrævið
tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,
Fyrra Korintbrævið 1:29 Fyrra Korintbrævið
so einki hold skal rósa sær fyri Gudi.
Jákupsbrævið 1:9 Jákupsbrævið
Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er,
Jákupsbrævið 1:10 Jákupsbrævið
og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi.
Orðtøkini 16:5 Orðtøkini
Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini
Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
Orðtøkini 16:19 Orðtøkini
Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.
Esaias 53:2 Esaias
Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara.
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Zakarias 9:1 Zakarias
Hesin spádómur er orð HARRANS móti Hadrakslandi; eisini í Damaskus skal hann sláa niður – tí HARRIN hevur eyguni eftir menniskjunum og eftir øllum ættum Ísraels.
Zakarias 9:2 Zakarias
Hann rámar eisini Hamat, sum liggur har hjá, somuleiðis Týrus og Sidon, har teir eru so klókir.
Zakarias 9:3 Zakarias
Týrus reisti sær verndarvirki, og tað dungaði upp silvur sum dust og fínt gull sum skarn á gøtunum.
Zakarias 9:4 Zakarias
Men Harrin skal arma tað út og renna múrar tess á sjógvin; sjálvt skal tað verða oytt av eldi.
Zakarias 9:5 Zakarias
Askalon sær tað og ræðist; Gaza ringist av ræðslu, somuleiðis Ekron, tí vón tess brast; Gaza skal missa kong sín, og í Askalon skal eingin búgva.
Zakarias 9:6 Zakarias
Í Asdod skal búgva bert óvandafólk, og Eg skal gera enda á hugmóði Filistaranna;
Zakarias 9:7 Zakarias
Eg skal taka blóðið* út úr munni teirra og alt hitt viðurstyggiliga** úr tonnum teirra; tá skulu eisini tey verða Gudi okkara leivd; tey skulu vera sum høvdingar í Juda, og Ekron skal vera sum Jebusitur.