eyðmjúkur
46 versir um "eyðmjúkur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 5:5 Matteus
Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið
Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Fjórða Mósebók 12:3 Fjórða Mósebók
Men Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð.
Jákupsbrævið 4:10 Jákupsbrævið
Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Sálmarnir 37:10 Sálmarnir
Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur.
Sálmarnir 37:11 Sálmarnir
Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.
Lukas 14:8 Lukas
„Táið tú verður boðin av onkrum í brúdleyp, set teg tá ikki ovastan við borðið! Tí ein mætari enn tú kann vera boðin;
Lukas 14:9 Lukas
og hann, ið beyð tær og honum, kann tá koma og siga við teg: „Gev hesum rúm!“ – Og so kemur tú við skomm at sita niðastur.
Lukas 14:10 Lukas
Nei, táið tú verður boðin, far tá og set teg niðastan, so hann, ið beyð tær, kann siga við teg, táið hann kemur: „Vinur, set teg hægri upp!“ Tá verður tú ærdur í eygum alra teirra, sum sita til borðs við tær.
Lukas 14:11 Lukas
Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.
Sálmarnir 25:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!
Sálmarnir 25:2 Sálmarnir
Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!
Sálmarnir 25:3 Sálmarnir
Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær – tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir
Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir
leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
Sálmarnir 25:6 Sálmarnir
HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!
Sálmarnir 25:7 Sálmarnir
Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!
Sálmarnir 25:8 Sálmarnir
Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.
Sálmarnir 25:9 Sálmarnir
Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.
Sálmarnir 25:10 Sálmarnir
Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.
Sálmarnir 25:11 Sálmarnir
Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt – tí tað er stórt!
Sálmarnir 25:12 Sálmarnir
Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.
Sálmarnir 25:13 Sálmarnir
Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.
Sálmarnir 25:14 Sálmarnir
Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.
Sálmarnir 25:15 Sálmarnir
Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.
Sálmarnir 25:16 Sálmarnir
Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!
Sálmarnir 25:17 Sálmarnir
Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra – leið meg út úr neyðini!
Sálmarnir 25:18 Sálmarnir
Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!
Sálmarnir 25:19 Sálmarnir
Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!
Sálmarnir 25:20 Sálmarnir
Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar – eg søki mær skjól hjá Tær!
Sálmarnir 25:21 Sálmarnir
Lat sakloysi og sannleika hjartans varða meg, tí eg bíði eftir Tær!
Sálmarnir 25:22 Sálmarnir
Gud, loys Ísrael úr allari neyðini!
Orðtøkini 11:2 Orðtøkini
Kemur hugmóð, kemur skomm við, men hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini
Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
Orðtøkini 16:19 Orðtøkini
Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.
Dániel 4:37 Dániel
Nú prísi eg, Nebukadnezar, kongi Himmalsins, seti Hann høgt og æri Hann; tí øll verk Hansara eru sannleiki, og gøtur Hansara rættvísi; tann, sum livir í hugmóði, er Hann mentur at eyðmýkja.
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Zefanias 2:3 Zefanias
Søkið HARRAN, øll tit eyðmjúku í landinum, tit, sum halda lóg Hansara! Stundið eftir rættvísi, stundið eftir eyðmjúkleika! Tað kundi borið á, at tit vórðu fjald vreiðidag HARRANS.
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.