eygu Guds
17 versir um "eygu Guds"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 15:3 Orðtøkini
Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir
„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Seinna Krønikubók 16:9 Seinna Krønikubók
Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!“
Fyrra Pætursbrævið 3:12 Fyrra Pætursbrævið
Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt.
Job 34:21 Job
Tí vegir menniskjans eru Honum fyri eyga, og Hann sær hvørt spor, ið tað stígur;
Sálmarnir 33:18 Sálmarnir
Nei, eyga HARRANS er vent til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara;
Sálmarnir 34:15 Sálmarnir
halt teg frá illum og ger gott, søk frið og stevn eftir honum!
Zakarias 4:10 Zakarias
Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! – Við gleði síggja hini sjey* blýloddið í hond Zerubbabels – hesi eygu HARRANS, ið hyggja yvir alla jørðina.“
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Hebrearabrævið 4:13 Hebrearabrævið
Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.
Fimta Mósebók 11:12 Fimta Mósebók
– land, ið HARRIN Gud tín hevur umsorgan fyri; altíð hvíla eygu HARRANS Guds tíns á tí, frá tí árið byrjar, og inntil tað endar.
Sálmarnir 17:8 Sálmarnir
Varðveit meg sum eygnastein Tín, fjal meg í veingjaskugga Tínum
Sálmarnir 119:18 Sálmarnir
Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni!
Orðtøkini 5:21 Orðtøkini
Tí fyri eygum HARRANS eru leiðir mansins, gjølla ansar Hann eftir øllum sporum hansara.
Orðtøkini 22:12 Orðtøkini
Eygu HARRANS verja hin vitiga, men orð hins trúleysa ger Hann til einkis.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.