eydna / framgongd
38 versir um "eydna / framgongd"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 16:3 Orðtøkini
Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Orðtøkini 3:1 Orðtøkini
Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni!
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini
Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.
Orðtøkini 3:3 Orðtøkini
Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns!
Orðtøkini 3:4 Orðtøkini
So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna.
Jákupsbrævið 4:10 Jákupsbrævið
Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
Fyrra Kongabók 2:3 Fyrra Kongabók
Og akta eftir tí, sum HARRIN Gud tín vil hava teg at akta eftir, so tú gongur leiðir Hansara og heldur fyriskipanir, boð, lógir og vitnisburðir Hansara, soleiðis sum skrivað er í Móselóg! Tá verður tú vísur maður í øllum, sum tú gert, og hvar ið tú so vendir tær,
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Matteus 6:27 Matteus
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Matteus 6:30 Matteus
Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!
Matteus 6:31 Matteus
Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“
Matteus 6:32 Matteus
Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Fimta Mósebók 8:18 Fimta Mósebók
Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
Josva 1:5 Josva
Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.
Josva 1:6 Josva
Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum.
Josva 1:7 Josva
Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera!
Josva 1:8 Josva
Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir
men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir
Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir
So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir
Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir
Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
Matteus 16:26 Matteus
Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata sál sína afturfyri! Ella hvat kann menniskja geva aftur fyri sál sína!
Lukas 16:10 Lukas
Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.
Lukas 16:11 Lukas
Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!