Evropa
9 versir um "Evropa"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 1:1 Jákupsbrævið
Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ættum í sundurspreiðingini.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.
Lukas 10:18 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós.
Lukas 10:19 Lukas
Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.
Lukas 10:20 Lukas
Tó, gleðist ikki yvir tað, at andarnir eru tykkum lýdnir, men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!“
Judasarbrævið 1:1 Judasarbrævið
Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups – til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi Faðir og varðveitt Jesusi Kristi.
Jákupsbrævið 2:19 Jákupsbrævið
Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!
Matteus 25:32 Matteus
Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum.
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.