Etiopia
52 versir um "Etiopia"
Versir
Síða 1 av 2Jeremias 13:23 Jeremias
Man Etiopari fáa broytt húð sína, leopardur flekkir sínar! So kunnu eisini tit gera gott, tit, sum hava vant tykkum at gera ilt!
Ápostlasøgan 8:27 Ápostlasøgan
Hann reistist tá og fór. Og har var Etiopari, hirðmaður, høgur maður hjá Kandake drotning í Etiopia; hann var settur yvir allar skattir hennara. Hann var komin til Jerusalem at tilbiðja
Ápostlasøgan 8:28 Ápostlasøgan
og var nú heimaftur á veg; hann sat í vagni sínum og las Esaias profet.
Ápostlasøgan 8:29 Ápostlasøgan
Tá segði Andin við Filip: „Far og halt teg nær at hasum vagni!“
Ápostlasøgan 8:30 Ápostlasøgan
Filip rann tá hagar og hoyrdi hann lesa Esaias profet; og hann segði: „Skilir tú tað, ið tú lesur?“
Ápostlasøgan 8:31 Ápostlasøgan
Hann svaraði: „Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!“ Og hann bað Filip koma upp og seta seg hjá sær.
Ápostlasøgan 8:32 Ápostlasøgan
Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta: „Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin.
Ápostlasøgan 8:33 Ápostlasøgan
Í tí at Hann varð settur lágt, varð dómur Hansara tikin burtur; og hvør kann siga frá ætt Hansara! Tí lív Hansara verður tikið burtur av jørðini.“
Ápostlasøgan 8:34 Ápostlasøgan
Hirðmaðurin tók tá til orða og segði við Filip: „Eg biði teg, sig mær: Um hvønn sigur profeturin hetta, um seg sjálvan ella um ein annan?“
Ápostlasøgan 8:35 Ápostlasøgan
Tá læt Filip upp munnin; hann gekk út frá hesum skriftstaði og kunngjørdi honum evangeliið um Jesus.
Ápostlasøgan 8:36 Ápostlasøgan
Sum teir nú ferðaðust fram eftir vegnum, komu teir fram á vatn, og hirðmaðurin segði: „Hygg, her er vatn – hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“
Ápostlasøgan 8:37 Ápostlasøgan
Filip svaraði: „Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.“ Hann svaraði: „Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!“*
Ápostlasøgan 8:38 Ápostlasøgan
Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.
Ápostlasøgan 8:39 Ápostlasøgan
Táið teir so komu upp úr vatninum, rykti Andi Harrans Filip burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki aftur; tí hann fór leið sína við gleði.
Sálmarnir 68:31 Sálmarnir
Hótt at dýrinum í sevinum, at tarvaflokkinum við kálvunum – fólkunum – so tey eyðmjúkt kasta seg niður fyri Tær við silvurstykkjum! – Hann spjaðir fólkini, ið hava hug til stríð.
Seinna Krønikubók 14:9 Seinna Krønikubók
Men Zera Etiopari kom ímóti honum við heri, sum var eina millión, og 300 hervagnum. Táið hann var komin at Maresa,
Seinna Krønikubók 14:10 Seinna Krønikubók
helt Asa út ímóti honum, og teir fylktu seg til bardaga í Zefatadali við Maresa.
Seinna Krønikubók 14:11 Seinna Krønikubók
Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: „HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara – lat ikki menniskja standa seg móti Tær!“
Seinna Krønikubók 14:12 Seinna Krønikubók
Tá sló HARRIN Etioparar fyri Asa og Juda, og Etioparar flýddu.
Seinna Krønikubók 14:13 Seinna Krønikubók
Asa og menn hansara eltu teir líka at Gerar, og allir Etioparar fullu, ikki ein livdi eftir av teimum; teir vórðu feldir fyri HARRANUM og heri Hansara. Og teir høvdu við sær haðani ómetaligan herfong.
Seinna Krønikubók 14:14 Seinna Krønikubók
Allar býirnar rundan um Gerar tóku teir; tí ótti fyri HARRANUM var fallin á tey. Og teir rændu allar býirnar, tí har var nógv at ræna í teimum.
Seinna Krønikubók 14:15 Seinna Krønikubók
Um tað so vóru fætjøldini, so tóku teir tey; og teir høvdu við sær haðani mongd av smáfæi og kamelum. Síðani fóru teir aftur til Jerusalem.
Esaias 43:3 Esaias
Tí Eg, HARRIN, eri Gud tín, hin Heilagi Ísraels er frelsari tín; Eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg, Etiopia og Seba í stað tín.
Amos 9:7 Amos
Eru tit Mær ikki sum Etioparar, tit Ísraelsmenn! – sigur HARRIN; havi Eg ikki leitt Ísrael út av Egyptalandi, Filistarar úr Kaftor og Áramearar úr Kir!
Fyrsta Mósebók 2:13 Fyrsta Mósebók
Onnur áin eitur Gihon; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Kus.
Fjórða Mósebók 12:1 Fjórða Mósebók
Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu – tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu.
Seinna Krønikubók 12:3 Seinna Krønikubók
Hann kom við 1200 hervagnum og 60000 hestmonnum; og fólkið, ið við honum kom úr Egyptalandi – Libýarar, Sukkitar og Etioparar – stóð ikki til at telja.
Seinna Krønikubók 16:8 Seinna Krønikubók
Vóru ikki Etioparar og Libýarar stórur herur við hervagnum og stórari mongd av hestfólki! Men av tí at tú styðjaði teg við HARRAN, gav Hann teir í hond tína.
Ester 1:1 Ester
Á døgum Ahasverusar* – tað var tann Ahasverus, sum ráddi úr India til Etiopia, yvir 127 londum –
Job 28:19 Job
topasurin úr Etiopia kemur ikki upp ímóti honum, og hann verður ikki goldin við reinasta gulli.
Sálmarnir 87:4 Sálmarnir
„Eg nevni Rahab og Bábel millum teirra, ið kenna Meg, somuleiðis Filistaraland, Týrus og Etiopia; hesi eru fødd har.“
Esaias 18:1 Esaias
Hoyr, land við súsandi veingjum handan fyri áir Etiopia,
Esaias 18:2 Esaias
tú, sum sendir boð yvir um havið, í rørbátum yvir um vatnið! Farið avstað, tit kviku sendiboð, til hitt hávaksna fólk við glinsandi húð, til fólkið, ið tey ræðast víða um, hitt sterka og sigrandi fólk í landinum, sum áir streyma ígjøgnum!
Esaias 18:3 Esaias
Øll tit fólk heimsins, tit, ið á jørðini búgva! Táið merkið verður reist á fjøllunum, hyggið tá eftir, og táið hornið ljóðar, lurtið tá eftir!
Esaias 18:4 Esaias
Tí so segði HARRIN við meg: Eg skal halda Meg kvirran og hyggja at í bústaði Mínum, táið sólin brennir sólskinsdag, táið skýggini senda døgg heystardag.
Esaias 18:5 Esaias
Tí áðrenn heystið er komið, áðrenn blómingin er at enda, og blóman er farin at búnast til vínber, sker Hann greinarnar av við víngarðsknívum, og kvistarnar høggur Hann av og beinir teir burtur.
Esaias 18:6 Esaias
Tey verða øll somul givin rovfuglum fjallanna og hinum villu dýrum landsins; rovfuglarnir skulu eiga har um summarið, og øll vill dýr landsins skulu hava tilhald har um veturin.
Esaias 20:2 Esaias
um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: „Tú skalt loysa syrgibúnan* av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!“ – Hann so gjørdi og gekk nakin** og skóleysur.
Esaias 20:3 Esaias
So segði HARRIN: „Sum tænari Mín Esaias hevur gingið nakin og skóleysur nú í trý ár og verið til tekin og fyrimynd viðvíkjandi Egyptalandi og Etiopia,
Esaias 20:4 Esaias
so skal kongurin í Assýria fara við fangunum úr Egyptalandi og hinum burtfluttu úr Etiopia, bæði ungum og gomlum, naknum og skóleysum, við berum baki – Egyptalandi til vanæru!
Esaias 20:5 Esaias
Tá skulu teir ræðast og hava skomm av Etiopia, sum var vón teirra, og Egyptalandi, sum teir vóru stoltir av.
Esaias 20:6 Esaias
Og teir, sum búgva á hesi strond, skulu siga tann dag: „Hygg nú, hvussu teimum gekst, sum vóru vón okkara, sum vit leitaðu til eftir hjálp fyri at verða bjargaðir undan konginum í Assýria! – Hvussu skulu vit tá komast undan!““
Esaias 45:14 Esaias
So sigur HARRIN: Góðs Egyptalands og vinningur Etiopia, og Sabearar, hinir hávaksnu menn, skulu koma til tín og hoyra tær til; teir skulu fylgja tær, í leinkjum skulu teir ganga; og fyri tær skulu teir kasta seg niður, teg skulu teir bøna: „Bert hjá tær er Gud, og eingin annar er, eingin annar Gud!“
Jeremias 38:7 Jeremias
Men táið Ebed-Melek Etiopari, ein geldingur, sum var í kongshøllini, frætti, at teir høvdu kastað Jeremias í brunnin – kongurin sat tá í Benjaminsportri –
Jeremias 38:8 Jeremias
fór Ebed-Melek avstað úr kongshøllini og segði so við kongin:
Jeremias 38:9 Jeremias
„Harri kongurin! Hesir menn hava gjørt illa í øllum, sum teir hava gjørt við Jeremias profet, sum teir hava kastað í brunnin! Hann doyr av hungri, har hann er, tí einki breyð er eftir í býnum.“
Jeremias 38:10 Jeremias
Tá gav kongurin Ebed-Melek Etiopara hetta boð: „Tak 30 menn við tær hiðani, og drag Jeremias profet upp úr brunninum, áðrenn hann doyr!“
Jeremias 38:11 Jeremias
Ebed-Melek tók tá menninar við sær; so fór hann inn í kongshøllina, oman í kjallaran undir skattkamarinum, og tók haðani spjarrar av skræddum og útslitnum klæðum; tær sígdi hann við togum niður í brunnin til Jeremias.
Jeremias 38:12 Jeremias
Og Ebed-Melek Etiopari segði við Jeremias: „Hav spjarrarnar av skræddum og útslitnum klæðum undir hondunum, undir togunum!“ Jeremias so gjørdi.
Jeremias 38:13 Jeremias
So drógu teir Jeremias upp við togunum og fingu hann upp úr brunninum; og Jeremias varð verandi í vaktargarðinum.