Ester

39 versir um "Ester"

Versir

Síða 1 av 1
Ester 4:16 Ester

„Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur – nátt og dag – mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!“

10
Ester 4:14 Ester

Nei, tigur tú nú, so fáa Jødarnir kortini hjálp og bjarging aðrastaðni frá, men tú og ætt tín, tit skulu farast! Og hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?“

9
Ester 2:17 Ester

Og kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti.

7
Ester 8:1 Ester

Sama dag gav Ahasverus kongur Ester drotning húsið, ið Haman, fíggindi Jødanna, hevði átt. Og Mordokai fekk loyvi at koma inn fyri kongin; tí Ester hevði sagt honum, hvat hann hevði verið fyri hana.

7
Ester 8:2 Ester

Kongurin tók innsiglisring sín, sum hann hevði tikið frá Haman, og gav Mordokai hann; og Ester setti Mordokai yvir hús Hamans.

7
Ester 8:3 Ester

Men Ester vendi sær aftur til kongin, kastaði seg niður fyri fótum hansara og græt og bønaði hann um at gera til einkis óndskap Hamans Agagits og ráðini, ið hann hevði lagt upp móti Jødunum.

7
Ester 8:4 Ester

Og kongurin rætti út gullstavin móti Ester; tá reistist Ester og steig fram fyri kongin

7
Ester 8:5 Ester

og segði: „Líkar tað konginum, og havi eg funnið náði fyri ásjón hansara, heldur kongurin tað vera beint, og eri eg góð í eygum hansara – so lat verða givið skrivligt boð um at taka aftur brøvini, ið hini óndu ráð Hamans Agagits, sonar Hammedata, stóðu í, tey, sum hann skrivaði til at fáa beint fyri Jødunum í øllum landspørtum kongsins!

7
Ester 8:6 Ester

Hvussu skal eg orka at síggja vanlukkuna, ið kemur yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja, at ætt mín týnist!“

7
Ester 8:7 Ester

Tá segði Ahasverus kongur við Ester drotning og Jødan Mordokai: „Hús Hamans havi eg givið Ester, og sjálvur er hann hongdur í gálgan, aftur fyri at hann ætlaði at leggja hond á Jødarnar.

7
Ester 8:8 Ester

Skrivið tí nú tit brøv um Jødarnar í navni kongsins, soleiðis sum tykkum tykir best, og innsiglið tey við innsiglisringi kongsins! Tí tað bræv, sum skrivað er í navni kongsins og innsiglað við innsiglisringi kongsins, kann ikki takast aftur.“

7
Ester 8:9 Ester

Boð vórðu nú við tað sama – tann triðja og tjúgunda í triðja mánaði, tað er sivan mánaði – send eftir skrivarum kongsins, og skrivað varð, á allan hátt soleiðis sum Mordokai gav boð um, til Jødarnar og jallarnar, landsstjórarnar og høvdingarnar í londunum, úr India líka til Etiopia, 127 landspørtum, til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli, eisini til Jødarnar í skrift teirra og á tungumáli teirra.

7
Ester 8:10 Ester

Hann skrivaði í navni Ahasverusar kongs og innsiglaði við innsiglisringi kongsins. Síðani sendi hann brøvini avstað við snarboðum, ið riðu á gangarum úr støllum kongsins.

7
Ester 8:11 Ester

Í teimum stóð, at kongurin gav Jødunum í hvørjum býi loyvi at taka seg saman og verja lívið og í hvørjum fólki og landsparti at týna, drepa og oyða allar vápnaðar skarar, sum gjørdu álop á teir, ja, børn og kvinnur við, og at ræna tað, ið tey áttu

7
Ester 8:12 Ester

– alt ein og sama dag í øllum landspørtum Ahasverusar kongs, tann trettanda í tólvta mánaði, tað er adar mánaði.

7
Ester 8:13 Ester

Fyri at hetta boð skuldi verða kent í øllum landspørtunum, varð avskrift av brævinum kunngjørd øllum fólkunum, so Jødarnir kundu vera til reiðar tann dagin og hevna seg á fíggindar sínar.

7
Ester 8:14 Ester

Eftir boði kongsins fóru snarboðini, ið riðu á hinum kongligu gangarunum, avstað, so skjótt sum teir kundu, við tað sama sum hetta lógboð var givið í borgini Susan.

7
Ester 8:15 Ester

Men Mordokai gekk út frá konginum í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni, við stórari gullkrúnu og í kápu av fínum líni og reyðum purpuri; og býurin Susan rópti hart av gleði og var fróur.

7
Ester 8:16 Ester

Hjá Jødunum var nú ljós og gleði, frøi og heiður;

7
Ester 8:17 Ester

og í hvørjum landsparti og hvørjum býi, allastaðni har sum orð og boð kongsins kom, varð gleði og frøi millum Jødarnar, veitsluhald og høgtíð. Og millum fólkini í landinum vóru mong, sum gjørdust Jødar; tí ótti fyri Jødunum var fallin á tey.

7
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

6
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

6
Ester 5:1 Ester

Triðja dagin læt Ester seg í kongligt skrúð og fór inn í hin innara garð kongshallarinnar; har stóð hon, beint fyri kongshøllini, og kongurin sat í kongahásæti sínum í kongshøllini, beint inn av durum hallarinnar.

5
Ester 5:2 Ester

Táið nú kongurin sá Ester drotning standa í garðinum, fann hon náði fyri eygum hansara; kongurin rætti út móti Ester gullstavin, sum hann hevði í hondini, og Ester gekk fram og nam við enda stavsins.

5
Ester 5:3 Ester

Kongurin segði við hana: „Hvat bagir, og hvat vilt tú hava, Ester drotning? – Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!“

5
Ester 5:4 Ester

Ester svaraði: „Um tað líkar konginum, vildi eg fegin, at kongurin og Haman í dag høvdu komið í veitslu, sum eg havi gjørt honum til.“

5
Ester 5:5 Ester

Tá segði kongurin: „Skundið tykkum og farið eftir Haman, so verða kann, sum Ester vil!“ – Kongurin og Haman komu nú í veitsluna, sum Ester hevði gjørt til.

5
Ester 5:6 Ester

Sum tey nú sótu og drukku vín, segði kongurin við Ester: „Hvat er bøn tín? Hon skal verða tær veitt! Og hvat vilt tú hava? Um tað so er hálvt ríkið, skuldi tað ikki verðið tær sýtt!“

5
Ester 5:7 Ester

Ester svaraði: „Bøn mín og tað, ið eg vil, er:

5
Ester 5:8 Ester

Havi eg funnið náði fyri eygum kongsins, og líkar tað konginum at veita mær bønina, ið eg biði, og ikki sýta mær tað, ið eg vil hava, so mugu kongurin og Haman koma í veitslu, sum eg ætli at gera teimum til! Í morgin skal eg tá gera, sum kongurin sigur.“

5
Ester 5:9 Ester

Haman fór haðani tann dagin, glaður og í góðum lagi; men táið hann sá Mordokai í kongsportrinum, og at hann hvørki reisti seg fyri honum ella rørdi seg, varð hann fullur av vreiði móti Mordokai.

5
Ester 5:10 Ester

Tó helt hann sær og fór til hús. So sendi hann boð eftir vinmonnum sínum og eftir Zeres, konu síni,

5
Ester 5:11 Ester

og segði teimum frá ríkidømi sínum og dýrd síni, hvussu mangar synir hann átti, og frá øllum, hvussu kongurin hevði gjørt hann stóran, og hvussu hann hevði sett hann hægri enn høvdingar og tænarar kongsins.

5
Ester 5:12 Ester

Og Haman segði: „Eisini læt Ester drotning ongan annan enn meg sleppa við kongi í veitsluna, sum hon hevði gjørt til, og hon hevur boðið mær saman við kongi í morgin eisini.

5
Ester 5:13 Ester

Men alt hetta er mær ikki nóg mikið, so leingi sum eg síggi handa Jødan Mordokai sita í kongsportrinum!“

5
Ester 5:14 Ester

Tá søgdu tey við hann, Zeres, kona hansara, og allir vinmenn hansara: „Lat reisa gálga, 50 alin høgan, og tala so í morgin við kong um at lata Mordokai heingja í hann! Far so glaður við kongi í veitsluna!“ Hesi ráð dámdi Haman væl, og hann læt gálgan reisa.

5
Ester 2:7 Ester

Hann var fosturfaðir Hadassu, tað er Ester, dóttur faðirbróður hansara; tí hon átti hvørki faðir ella móður. Henda unga genta var vælvaksin og vøkur. Táið foreldur hennara vóru deyð, hevði Mordokai tikið hana til sín sum sína egnu dóttur.

4
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini

Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.

3
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini

Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.

3