Esaias

69 versir um "Esaias"

Versir

Síða 2 av 2
Esaias 41:17 Esaias

Hini ørmu og fátæku leita eftir vatni, men einki er; tunga teirra brennur av tosta. – Eg, HARRIN, skal bønhoyra tey, Eg, Gud Ísraels, skal ikki lata tey óhjálpin.

2
Esaias 41:18 Esaias

Eg skal lata áir vella upp á naknum heyggjum og keldur mitt í dølum; Eg skal gera oyðimørkina til tjørn og turt land til vatnríkar keldur.

2
Esaias 41:19 Esaias

Eg skal lata vaksa upp í oyðimørkini sedristrø, akasiur, myrtutrø og oljutrø; Eg skal lata grógva á heiðini sypristrø, alm og bukstræ

2
Esaias 41:20 Esaias

– so tey øll somul kunnu síggja og sanna, leggja sær á hjarta og skilja, at hond HARRANS hevur gjørt hetta, at hin Heilagi Ísraels hevur skapt tað!

2
Esaias 41:21 Esaias

Berið nú fram málevni tykkara! sigur HARRIN; komið fram við prógvum tykkara! sigur kongur Jákups.

2
Esaias 41:22 Esaias

Lat teir* nú stíga fram og kunngera okkum tað, ið fer at henda! Sigið, hvat tað er, ið tit áður hava spátt, so vit kunnu akta eftir tí og síggja, hvussu tað royndist! Ella latið okkum hoyra tað, ið fer at koma!

2
Esaias 41:23 Esaias

Kunngerið, hvat ið fer at henda hereftir, so vit kunnu síggja, at tit eru Gudar! Ja, gerið okkurt gott ella okkurt ilt, so vit kunnu standa bilsnir og síggja tað alt samalt!

2
Esaias 41:24 Esaias

– Nei, tit eru einki, og verk tykkara er púrt einki! Andstygd er tann, ið velur tykkum!

2
Esaias 41:25 Esaias

Eg vakti hann* úr norðri, og hann kom, ja, frá upprisi sólar tann, ið skal ákalla navn Mítt; hann skal traðka niður høvdingar sum leir, eins og leirkerasmiðurin traðkar leir sítt.

2
Esaias 41:26 Esaias

Hvør hevur kunngjørt hetta frá fyrstum av, so vit fingu tað at vita, frammanundan, so vit kundu siga: „Hann hevði rætt!“ – Nei, eingin hevur kunngjørt nakað, eingin hevur sagt frá nøkrum, og eingin hevur hoyrt tykkum siga nakað!

2
Esaias 41:27 Esaias

Eg eri hin fyrsti, sum sigur við Zion: „Hygg, hygg, har eru tey!“ og sum sendir Jerusalem gleðiboð.

2
Esaias 41:28 Esaias

Eg hyggi rundan um Meg – men har er eingin! Eingin teirra veit ráð, so Eg kundi spurt teir, og teir kundu givið Mær svar.

2
Esaias 41:29 Esaias

Hygg teir allir! Verk teirra eru einki – púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki!

2
Esaias 43:18 Esaias

Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!

2
Esaias 43:19 Esaias

Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.

2
Esaias 43:20 Esaias

Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið.

2
Esaias 49:14 Esaias

Zion segði: „HARRIN hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!“

2
Esaias 54:8 Esaias

Táið vreiði Mín rann útav, fjaldi Eg lítla løtu ásjón Mína fyri tær, men við ævigari náði miskunni Eg tær – sigur HARRIN, endurloysari tín.

2
Esaias 59:1 Esaias

Ja, hond HARRANS er ikki so stutt, at hon fær ikki hjálpt, og oyra Hansara er ikki so deyvt, at tað kann ikki hoyra.

2