endurgjald
14 versir um "endurgjald"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 5:4 Jákupsbrævið
Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á – hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
Onnur Mósebók 21:30 Onnur Mósebók
– Men verða bøtur honum álagdar, so skal hann lata í loysigjald fyri lív sítt, so mikið, sum á hann verður lagt.
Onnur Mósebók 21:32 Onnur Mósebók
Men stangar neytið træl ella trælkvinnu, so skal hann lata harra teirra fáa 30 seklar í silvuri, og kríatúrið skal verða steinað.
Onnur Mósebók 21:34 Onnur Mósebók
skal hann, ið brunnin eigur, lata pening í viðurlag til hansara, ið kríatúrið átti; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga.
Onnur Mósebók 22:1 Onnur Mósebók
„Táið onkur stjelur neyt ella seyð og drepur ella selur kríatúrið, skal hann lata fimm neyt aftur fyri neytið og fýra seyðir aftur fyri seyðin.
Triðja Mósebók 6:4 Triðja Mósebók
Síðani skal hann lata seg úr aftur klæðunum og fara í onnur klæði og bera øskuna út um tilhaldið, á reint stað.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Lukas 10:7 Lukas
Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“