endatíð
119 versir um "endatíð"
Versir
Síða 2 av 3Markus 13:18 Markus
Biðið eftir, at tað skal ikki vera um veturin!
Markus 13:19 Markus
Tí á teimum døgum skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið higartil, frá tí skapningurin varð til, sum Gud skapti, og sum heldur ikki skal koma.
Markus 13:20 Markus
Stytti Harrin ikki teir dagar, varð einki hold frelst; men fyri hinna útvaldu skuld, sum Hann hevur útvalt, hevur Hann stytt teir dagar.
Markus 13:21 Markus
Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Hyggið, har!“ tá trúgvið tí ikki!
Markus 13:22 Markus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu – um tað var møguligt.
Markus 13:23 Markus
Men tit – varðið tykkum! Eg havi sagt tykkum alt frammanundan.
Markus 13:24 Markus
Á teimum døgum, eftir hesa trongd, skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt;
Markus 13:25 Markus
stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Markus 13:26 Markus
Tá skulu tey síggja Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd.
Markus 13:27 Markus
Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins.
Markus 13:28 Markus
Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
Markus 13:29 Markus
Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at Hann er nær fyri durunum.
Markus 13:30 Markus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.
Markus 13:31 Markus
Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.
Markus 13:32 Markus
Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
Markus 13:33 Markus
Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.
Markus 13:34 Markus
Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja
Markus 13:35 Markus
– so skulu tit vakja; tí tit vita ikki, nær Harri húsins kemur, um tað nú verður um kvøldið, á midnátt, um hanagal ella um morgunin –
Markus 13:36 Markus
so Hann ikki, táið Hann kemur óvart, skal finna tykkum sovandi.
Markus 13:37 Markus
Men tað, sum Eg sigi við tykkum, sigi Eg við øll: Vakið!“
Lukas 17:1 Lukas
Og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Ómøguligt er annað, enn at tað, sum voldir fall, má koma, men vei tí, sum tað kemur við!
Lukas 17:2 Lukas
Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.
Lukas 17:3 Lukas
Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!
Lukas 17:4 Lukas
Og um hann so sjey ferðir um dagin syndar móti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: „Eg angri tað!“ – so skalt tú fyrigeva honum.“
Lukas 17:5 Lukas
Ápostlarnir søgdu við Harran: „Gev okkum meiri trúgv!“
Lukas 17:6 Lukas
Tá segði Harrin: „Høvdu tit trúgv sum sinnopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: „Rív teg upp við rót og planta teg í havið!“ – Og tað skuldi aktað tykkum.
Lukas 17:7 Lukas
Men hvør tykkara, sum hevur tænara, ið pløgir ella situr hjá kríatúrum, sigur við hann, táið hann kemur heim av markini: „Far alt fyri eitt og set teg til borðs!“
Lukas 17:8 Lukas
Man hann ikki heldur siga við hann: „Ger til tað, sum eg skal hava til nátturða, og gyrð teg og gakk mær til handa, meðan eg eti og drekki – so kanst tú eta og drekka!“
Lukas 17:9 Lukas
Man hann takka tænaranum fyri, at hann gjørdi tað, ið honum var álagt! Eg haldi ikki.
Lukas 17:10 Lukas
Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: „Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.““
Lukas 17:11 Lukas
Á ferðini til Jerusalem lá leið Hansara mitt ímillum Samaria og Galilea.
Lukas 17:12 Lukas
Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur.
Lukas 17:13 Lukas
Teir róptu hart: „Jesus, meistari, miskunna okkum!“
Lukas 17:14 Lukas
Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir.
Lukas 17:15 Lukas
Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd;
Lukas 17:16 Lukas
hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum – og hesin var Samverji.
Lukas 17:17 Lukas
Tá svaraði Jesus: „Vórðu teir ikki tíggju reinsaðir! Hvar eru hinir níggju?
Lukas 17:18 Lukas
Fanst eingin, sum kom aftur at geva Gudi dýrd, uttan hesin fremmandi?“
Lukas 17:19 Lukas
Og Hann segði við hann: „Reis teg og far avstað – trúgv tín hevur frelst teg!“
Lukas 17:20 Lukas
Táið Hann av Farisearunum varð spurdur, nær ríki Guds fór at koma, svaraði Hann teimum: „Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum.
Lukas 17:21 Lukas
Heldur ikki fer at verða sagt: „Hygg, her er tað!“ ella: „Hygg, har er tað!“ Tí ríki Guds er innan í tykkum.“
Lukas 17:22 Lukas
Hann segði við lærisveinarnar: „Dagar skulu koma, táið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum Menniskjasonarins, og tit skulu ikki fáa hann at síggja.
Lukas 17:23 Lukas
Og sagt fer at verða við tykkum: „Hygg, her er Hann!“ „Hygg, har er Hann!“ – Farið ikki, og leypið ikki eftir tí!
Lukas 17:24 Lukas
Tí eins og snarljósið, táið tað skyggir, lýsir líka úr øðrum enda himmalsins í hin, so skal Menniskjasonurin vera á degi Sínum.
Lukas 17:25 Lukas
Men fyrst má Hann líða nógv og verða vrakaður av hesi ætt.
Lukas 17:26 Lukas
Sum tað gekk á døgum Nóa, so skal eisini verða á døgum Menniskjasonarins:
Lukas 17:27 Lukas
Tey ótu og drukku, tey giftust og vórðu burturgift, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og flóðin kom og gjørdi enda á øllum.
Lukas 17:28 Lukas
Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu;
Lukas 17:29 Lukas
men tann dag Lot fór úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum
Lukas 17:30 Lukas
– so skal eisini vera, tann dag Menniskjasonurin opinberast.