elstar í samkomuni
33 versir um "elstar í samkomuni"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið
Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
Ápostlasøgan 14:23 Ápostlasøgan
So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Fyrra Timoteusarbrævið 3:3 Fyrra Timoteusarbrævið
ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði –
Fyrra Timoteusarbrævið 3:5 Fyrra Timoteusarbrævið
dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Teir skulu varðveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skrivi eg tær, tóat eg vóni skjótt at koma til tín.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Titusarbrævið 1:5 Titusarbrævið
Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,
Titusarbrævið 1:6 Titusarbrævið
um onkur er, sum er ólastandi, maður einar kvinnu, og hevur trúgvandi børn, sum ikki hava ringt orð á sær fyri óskikkiligt lív ella eru treisk.
Titusarbrævið 1:7 Titusarbrævið
Tí umsjónarmaður skal vera ólastandi sum húshaldari Guds, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, ikki gjarnur eftir ljótum vinningi,
Titusarbrævið 1:8 Titusarbrævið
men gestablíður, elskandi hitt góða, høviskur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi,
Titusarbrævið 1:9 Titusarbrævið
ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni – fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti.
Ápostlasøgan 11:30 Ápostlasøgan
Hetta gjørdu teir við; og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.
Ápostlasøgan 15:2 Ápostlasøgan
Tá varð ósemja; Paulus og Barnabas komu í ikki lítið stríð við teir. Tí varð gjørt av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerusalem til ápostlarnar og hinar elstu, av tí at hesin spurningur var komin upp.
Ápostlasøgan 20:17 Ápostlasøgan
Men úr Milet sendi hann boð til Efesus og læt hinar elstu í samkomuni kalla til sín.
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!
Fyrra Pætursbrævið 5:1 Fyrra Pætursbrævið
Hinar elstu millum tykkara áminni eg – sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal:
Fyrra Pætursbrævið 5:2 Fyrra Pætursbrævið
Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta,
Fyrra Pætursbrævið 5:3 Fyrra Pætursbrævið
heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins
Fyrra Pætursbrævið 5:4 Fyrra Pætursbrævið
– og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar.