Elisabet

68 versir um "Elisabet"

Versir

Síða 1 av 2
Lukas 1:5 Lukas

Á døgum Heródesar kongs í Judea var prestur, ið æt Zakarias, av skifti Abia; hann hevði konu av døtrum Áron; hon æt Elisabet.

10
Lukas 1:6 Lukas

Tey vóru bæði rættvís fyri Gudi og livdu ólastandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans.

10
Lukas 1:7 Lukas

Men tey áttu einki barn; tí Elisabet var ófruktbør; og tey vóru bæði væl við aldur.

10
Lukas 1:8 Lukas

Nú hendi tað, meðan hann tænti sum prestur fyri Gudi, táið skifti hansara átti at gera tænastuna,

10
Lukas 1:9 Lukas

at tað, soleiðis sum siður var í prestatænastuni, fall honum í lut at fara inn í tempul Harrans og bera fram roykilsisofrið.

10
Lukas 1:10 Lukas

Øll mannfjøldin helt bøn uttanfyri, meðan roykilsisofrið varð borið fram.

10
Lukas 1:11 Lukas

Tá vísti eingil Harrans seg fyri honum, standandi høgrumegin roykilsisaltarið.

10
Lukas 1:12 Lukas

Zakarias ræddist, táið hann sá hann, og ótti fall á hann.

10
Lukas 1:13 Lukas

Men eingilin segði við hann: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd – Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.

10
Lukas 1:14 Lukas

Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.

10
Lukas 1:15 Lukas

Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.

10
Lukas 1:16 Lukas

Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra.

10
Lukas 1:17 Lukas

Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“

10
Lukas 1:18 Lukas

Tá segði Zakarias við eingilin: „Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!“

10
Lukas 1:19 Lukas

Eingilin svaraði honum: „Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð.

10
Lukas 1:20 Lukas

Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir – aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni.“

10
Lukas 1:21 Lukas

Fólkið stóð og bíðaði eftir Zakariasi; og tey undraðust á, at hann varð so leingi í templinum.

10
Lukas 1:22 Lukas

Táið hann nú kom út, fekk hann ikki talað til teirra; tey skiltu tá, at hann hevði sæð sjón í templinum. Og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur.

10
Lukas 1:23 Lukas

Táið so tænastutíð hansara var at enda, fór hann heim til sín sjálvs.

10
Lukas 1:24 Lukas

Men eftir hesar dagar varð Elisabet, kona hansara, við barn; og hon helt seg fjalda fimm mánaðir og segði:

10
Lukas 1:25 Lukas

„So hevur Harrin gjørt við meg, teir dagar Hann sá til mín, at taka burt vanæru mína millum menniskjuni!“

10
Lukas 1:26 Lukas

Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret,

10
Lukas 1:27 Lukas

til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria.

10
Lukas 1:28 Lukas

Eingilin kom inn til hennara og segði: „Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!“

10
Lukas 1:29 Lukas

Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða.

10
Lukas 1:30 Lukas

Tá segði eingilin við hana: „Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi.

10
Lukas 1:31 Lukas

Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus.

10
Lukas 1:32 Lukas

Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara.

10
Lukas 1:33 Lukas

Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“

10
Lukas 1:34 Lukas

Tá segði Maria við eingilin: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“

10
Lukas 1:35 Lukas

Eingilin svaraði henni: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.

10
Lukas 1:36 Lukas

Og nú, Elisabet, skyldkona tín – eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør.

10
Lukas 1:37 Lukas

Tí einki er Gudi ómøguligt.“

10
Lukas 1:38 Lukas

Tá segði Maria: „Eg eri tænastukvinna Harrans – mær verði, sum tú hevur sagt!“ So fór eingilin frá henni.

10
Lukas 1:39 Lukas

Á hesum døgum fór Maria við skundi avstað til fjallalandið, til ein bý í Juda.

10
Lukas 1:40 Lukas

Hon kom inn hjá Zakariasi og heilsaði Elisabet.

10
Lukas 1:41 Lukas

Táið tá Elisabet hoyrdi heilsu Mariu, spældi fostrið í lívi hennara. Og Elisabet fyltist av Heilaga Andanum,

10
Lukas 1:42 Lukas

rópti hart og segði: „Signað ert tú millum kvinnur, og signað er lívsfrukt tín!

10
Lukas 1:43 Lukas

Hvussu hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur til mín?

10
Lukas 1:44 Lukas

Tí veitst tú – í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!

10
Lukas 1:45 Lukas

Og sæl er hon, ið trúði; tí tað skal ganga út, sum henni er sagt av Harranum.“

10
Lukas 1:46 Lukas

Tá segði Maria: „Sál mín setur Harran høgt,

10
Lukas 1:47 Lukas

og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum;

10
Lukas 1:48 Lukas

tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,

10
Lukas 1:49 Lukas

tí Hann hevur gjørt stórverk við meg, Hann, hin veldigi. Heilagt er navn Hansara.

10
Lukas 1:50 Lukas

Ætt eftir ætt er miskunn Hansara yvir teimum, ið óttast Hann.

10
Lukas 1:51 Lukas

Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.

10
Lukas 1:52 Lukas

Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða.

10
Lukas 1:53 Lukas

Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum.

10
Lukas 1:54 Lukas

Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn

10