Elisa

46 versir um "Elisa"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Kongabók 8:11 Seinna Kongabók

Og gudsmaðurin stardi ovurhonds leingi upp á hann og fór at gráta.

8
Seinna Kongabók 8:12 Seinna Kongabók

Tá segði Hazael: „Hví grætur harri mín?“ Hann svaraði: „Av tí at eg veit, hvussu nógv ilt tú fert at gera Ísraelsmonnum! Víggirdu staðir teirra fert tú at brenna niður, unglingar teirra fert tú at drepa við svørði, smábørn teirra fert tú at sora sundur, og barnakonur teirra fert tú at kryvja!“

8
Seinna Kongabók 8:13 Seinna Kongabók

Hazael segði: „Hvat er tænari tín, hesin hundurin, at hann skuldi gjørt slík stórverk!“ Men Elisa svaraði: „HARRIN hevur latið meg sæð teg sum kong yvir Áram.“

8
Seinna Kongabók 8:14 Seinna Kongabók

Hann skiltist nú frá Elisa og kom til harra sín; hann spurdi hann: „Hvat segði Elisa við teg?“ Hann svaraði: „Hann segði, at tú kemur upp aftur.“

8
Seinna Kongabók 8:15 Seinna Kongabók

Men dagin eftir tók hann teppi, drap tað niður í vatn og breiddi tað yvir andlit hansara, so hann doyði. Og Hazael tók ríkið eftir hann.

8
Seinna Kongabók 2:1 Seinna Kongabók

Táið nú HARRIN ætlaði at taka Elias upp til Himmals í stormi, fóru Elias og Elisa úr Gilgal.

5
Seinna Kongabók 2:2 Seinna Kongabók

Nú segði Elias við Elisa: „Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Betel!“ Men Elisa svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir fóru so til Betel.

5
Seinna Kongabók 2:3 Seinna Kongabók

Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Betel vóru, út til Elisa og søgdu við hann: „Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?“ Hann svaraði: „Ja, eg veit tað – tegið bara!“

5
Seinna Kongabók 2:4 Seinna Kongabók

Síðani segði Elias við hann: „Steðga her, Elisa, tí HARRIN hevur sent meg til Jeriko!“ Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir komu so til Jeriko.

5
Seinna Kongabók 2:5 Seinna Kongabók

Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Jeriko vóru, til Elisa og søgdu við hann: „Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?“ Hann svaraði: „Ja, eg veit tað – tegið bara!“

5
Seinna Kongabók 2:6 Seinna Kongabók

So segði Elias við hann: „Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Jordan!“ Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir fóru so báðir avstað.

5
Seinna Kongabók 2:7 Seinna Kongabók

Men 50 av profetalærisveinunum fóru avstað og stóðu beint yvir av teimum, langt burtur; og teir stóðu við Jordan báðir.

5
Seinna Kongabók 2:8 Seinna Kongabók

Elias tók nú kappa sín, ballaði hann saman og sló vatnið við honum; tá skiltist tað til báðar síður, og teir fóru yvirum á turrum.

5
Seinna Kongabók 2:9 Seinna Kongabók

Táið teir vóru yvirum komnir, segði Elias við Elisa: „Sig, hvat tú vilt hava meg at gera fyri teg, áðrenn eg verði tikin burt frá tær!“ Elisa svaraði: „Lat tvífaldan part av anda tínum falla á meg!“

5
Seinna Kongabók 2:10 Seinna Kongabók

Tá segði hann: „Ikki er tað smávegis, ið tú biður um! – Sært tú meg, táið eg verði tikin burt frá tær, so fært tú tað; annars fært tú tað ikki.“

5
Seinna Kongabók 2:11 Seinna Kongabók

Sum teir nú gingu og tosaðu saman, kom eldvagnur við eldhestum og skilti teir hvønn frá øðrum; og Elias fór upp til Himmals í storminum.

5
Seinna Kongabók 2:12 Seinna Kongabók

Táið Elisa sá hetta, rópti hann: „Faðir mín, faðir mín – vagnar og hestmenn Ísraels!“ Og hann sá hann ikki aftur. Tá treiv hann í klæði síni og skræddi tey sundur í helvt.

5
Seinna Kongabók 2:13 Seinna Kongabók

Síðani tók hann kappa Eliasar – sum dottin var av honum – vendi við og fór oman at áarbakkanum við Jordan.

5
Seinna Kongabók 2:14 Seinna Kongabók

Hann tók so kappa Eliasar – sum dottin var av honum – sló vatnið við honum og segði: „Hvar er HARRIN, Gud Eliasar!“ Táið hann hevði sligið vatnið, skiltist tað til báðar síður, og hann fór yvirum.

5
Seinna Kongabók 2:15 Seinna Kongabók

Táið profetalærisveinarnir í Jeriko – sum stóðu beint yvir av honum – sóu hann gera hetta, søgdu teir: „Andi Eliasar hvílir á Elisa!“ Teir komu so ímóti honum og kastaðu seg til jarðar fyri honum.

5
Fyrra Kongabók 19:19 Fyrra Kongabók

Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Safat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann.

4
Seinna Kongabók 2:19 Seinna Kongabók

Menninir í býnum søgdu nú við Elisa: „Býurin liggur væl fyri, sum harri mín sær; men vatnið er ringt, og tað voldir, at konurnar hitta reis.“

4
Seinna Kongabók 2:20 Seinna Kongabók

Tá segði hann: „Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!“ Teir so gjørdu.

4
Seinna Kongabók 2:21 Seinna Kongabók

So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: „So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.“

4
Seinna Kongabók 2:22 Seinna Kongabók

Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag – eftir orðinum, ið Elisa hevði talað.

4
Seinna Kongabók 13:14 Seinna Kongabók

Táið Elisa hevði fingið sjúkuna, ið hann doyði av, kom Jóas ísraelskongur til hansara, bukkaði seg grátandi niður yvir hann og segði: „Faðir mín, faðir mín – vagnar og hestmenn Ísraels!“

4
Seinna Kongabók 13:15 Seinna Kongabók

Men Elisa segði við hann: „Kom við boga og pílum!“ Hann kom tá við boga og pílum til hansara.

4
Seinna Kongabók 13:16 Seinna Kongabók

Tá segði hann við ísraelskong: „Legg hondina á bogan!“ Og hann legði hondina á hann. Nú legði Elisa hendur sínar á hendur kongsins.

4
Seinna Kongabók 13:17 Seinna Kongabók

So segði hann: „Lat upp vindeygað móti eystri!“ Táið hann hevði latið tað upp, segði Elisa: „Skjót!“ Hann skeyt. Tá segði Elisa: „Sigurspílur frá HARRANUM, sigurspílur móti Áram! Tú skalt í Afek vinna sigur á Áramearum og gera enda á teimum.“

4
Seinna Kongabók 13:18 Seinna Kongabók

Síðani segði hann: „Tak pílarnar!“ Hann tók teir. Tá segði hann við ísraelskong: „Slá á jørðina!“ Hann sló tá tríggjar ferðir, men gavst so.

4
Seinna Kongabók 13:19 Seinna Kongabók

Tá varð gudsmaðurin illur við hann og segði: „Tú skuldi sligið fimm ella seks ferðir! So hevði tú vunnið sigur á Áramearum, so at endi var á teimum, men nú skalt tú ikki meir enn tríggjar ferðir vinna sigur á Áramearum.“

4
Seinna Kongabók 13:20 Seinna Kongabók

So doyði Elisa, og teir jarðaðu hann. Móabitiskir ránsflokkar plagdu at treingja seg inn í landið á hvørjum ári eftir nýggjár.

4
Lukas 4:27 Lukas

Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na’aman Sýrlendingur.“

3
Fyrra Kongabók 19:16 Fyrra Kongabók

Jehu, son Nimsi, skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg.

2
Seinna Kongabók 4:42 Seinna Kongabók

Einaferð kom maður úr Ba’al-Salisa, og hann hevði við til gudsmannin breyð, ið vóru bakað av frumgróðrinum, 20 byggbreyð, og nýheystað korn í posa sínum. Tá segði Elisa: „Gev fólkinum hetta at eta!“

2
Seinna Kongabók 4:43 Seinna Kongabók

Men tænari hansara segði: „Hvussu kann eg seta hetta fyri 100 menn!“ Hann svaraði: „Gev fólkinum tað at eta! Tí so sigur HARRIN: Teir skulu eta og leiva.“

2
Seinna Kongabók 4:44 Seinna Kongabók

Hann legði tað tá fyri teir, og teir ótu og leivdu – eftir orði HARRANS.

2
Seinna Kongabók 6:18 Seinna Kongabók

Táið teir nú hildu oman ímóti honum, bað Elisa til HARRAN og segði: „Slá hetta fólk við blindleika!“ Og Hann sló teir við blindleika, sum Elisa hevði biðið.

2
Seinna Kongabók 8:1 Seinna Kongabók

Elisa segði við kvinnuna, ið sonin átti, sum hann hevði gjørt livandi: „Ger teg til og far burtur við húsi tínum og finn tær okkurt stað, har tú kanst búgva sum fremmand! Tí HARRIN hevur sent boð eftir hungursneyðini, og hon kemur eisini yvir landið og verður í sjey ár.“

2
Seinna Kongabók 8:2 Seinna Kongabók

Kvinnan gjørdi seg tá til og gjørdi, sum gudsmaðurin hevði sagt; hon fór burtur við øllum húsi sínum og búði sum fremmand í Filistaralandi sjey ár.

2
Seinna Kongabók 8:3 Seinna Kongabók

Men táið sjey ár vóru gingin, kom kvinnan aftur úr Filistaralandi; og hon fór til kongin at biðja hann um hjálp at fáa hús sítt og jørð sína aftur.

2
Seinna Kongabók 8:7 Seinna Kongabók

Elisa kom til Damaskus, og Benhadad kongur í Áram lá tá sjúkur. Táið nú varð konginum sagt, at gudsmaðurin var komin hagar,

2
Seinna Kongabók 8:8 Seinna Kongabók

segði hann við Hazael: „Tak gávu við tær, far ímóti gudsmanninum og spyr við honum HARRAN, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!“

2
Seinna Kongabók 8:9 Seinna Kongabók

So fór Hazael ímóti honum og hevði við sær gávu av tí besta, sum í Damaskus var, so mikið sum fjøruti kamelar vóru mentir at bera; hann kom og steig fram fyri hann og segði: „Sonur tín Benhadad kongur í Áram hevur sent meg til tín og letur spyrja: „Komi eg upp aftur av hesi sjúku míni?““

2
Seinna Kongabók 8:10 Seinna Kongabók

Elisa svaraði: „Far tú bert og sig við hann, at hann skal liva!* Men HARRIN hevur latið meg sæð, at hann skal doyggja.“

2
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

2