Elia
61 versir um "Elia"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Kongabók 2:19 Seinna Kongabók
Menninir í býnum søgdu nú við Elisa: „Býurin liggur væl fyri, sum harri mín sær; men vatnið er ringt, og tað voldir, at konurnar hitta reis.“
Seinna Kongabók 2:20 Seinna Kongabók
Tá segði hann: „Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!“ Teir so gjørdu.
Seinna Kongabók 2:21 Seinna Kongabók
So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: „So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.“
Seinna Kongabók 2:22 Seinna Kongabók
Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag – eftir orðinum, ið Elisa hevði talað.
Seinna Kongabók 2:23 Seinna Kongabók
Haðani fór hann til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: „Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!“
Seinna Kongabók 2:24 Seinna Kongabók
Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur 42 av dreingjunum.
Seinna Kongabók 2:25 Seinna Kongabók
Haðani fór hann til Karmelsfjall og fór haðani aftur til Samaria.
Matteus 11:14 Matteus
og – vilja tit taka við tí: Hann er Elias, ið koma skal.
Markus 9:4 Markus
Og Elias vísti seg fyri teimum saman við Mósesi, og teir samtalaðu við Jesus.
Markus 9:12 Markus
Hann svaraði teimum: „Elias kemur fyrst og beinir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um Menniskjasonin? At Hann skal líða nógv og verða vanvirdur.
Lukas 9:30 Lukas
Og tveir menn talaðu við Hann; tað vóru Móses og Elias;