Elia
61 versir um "Elia"
Versir
Síða 1 av 2Seinna Kongabók 2:11 Seinna Kongabók
Sum teir nú gingu og tosaðu saman, kom eldvagnur við eldhestum og skilti teir hvønn frá øðrum; og Elias fór upp til Himmals í storminum.
Matteus 17:11 Matteus
Hann svaraði: „Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag;
Lukas 1:17 Lukas
Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“
Jákupsbrævið 5:17 Jákupsbrævið
Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir.
Fyrra Kongabók 17:1 Fyrra Kongabók
Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: „So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!“
Fyrra Kongabók 17:2 Fyrra Kongabók
Síðani kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:
Fyrra Kongabók 17:3 Fyrra Kongabók
„Far avstað hiðani, tak leiðina eystureftir og krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan!
Fyrra Kongabók 17:4 Fyrra Kongabók
Tú skalt drekka úr løkinum, og Eg havi givið ravnunum boð um at fáa tær føði hagar.“
Fyrra Kongabók 17:5 Fyrra Kongabók
Hann fór nú og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt; hann fór til løkin Krit, sum var eystan fyri Jordan, og varð har;
Fyrra Kongabók 17:6 Fyrra Kongabók
ravnarnir bóru honum breyð og kjøt bæði morgun og kvøld, og hann drakk úr løkinum.
Fyrra Kongabók 17:7 Fyrra Kongabók
Men táið ein tíð var gingin, tornaði løkurin upp; tí einki regn kom í landinum.
Fyrra Kongabók 18:25 Fyrra Kongabók
Síðani segði Elias við profetar Ba’als: „Verið tit nú fyrr – tit eru jú mannsterkari – veljið tykkum annan tarvin og gerið hann til, og ákallið so navn guds tykkara! Men eld mugu tit ongan leggja við!“
Fyrra Kongabók 18:26 Fyrra Kongabók
Teir tóku so tarvin, ið hann fekk teimum, gjørdu hann til og ákallaðu frá morgni til middags navn Ba’als og róptu: „Svara okkum, Ba’al!“ Men einki ljóð hoyrdist; har var eingin, ið svaraði; og teir hinkaðu rundan um altarið, ið teir høvdu reist.
Fyrra Kongabók 18:27 Fyrra Kongabók
Táið middagur var komin, speirak Elias teir og segði: „Rópið harðari! Hann er jú Gud – hann man sita burtur í øðrum heimi ella vera farin avsíðis ella vera farin eina ferð – ella kanska hann svevur – so man hann fara at vakna!“
Fyrra Kongabók 18:28 Fyrra Kongabók
Teir róptu nú enn harðari; og sum siður var hjá teimum, særdu teir likam síni við svørðum og spjótum, so blóðið rann av teimum.
Fyrra Kongabók 18:29 Fyrra Kongabók
Táið farið var um middag, vórðu teir frá sær sjálvum, og hetta vardi við, líka til matofrið verður borið fram; men ikki hoyrdist ljóð; har var eingin, ið svaraði, og eingin, ið aktaði eftir teimum.
Fyrra Kongabók 19:9 Fyrra Kongabók
Har fór hann inn í helli og varð har ta náttina. Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði við hann: „Hvat vilt tú her, Elias?“
Fyrra Kongabók 19:10 Fyrra Kongabók
Hann svaraði: „Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“
Fyrra Kongabók 19:11 Fyrra Kongabók
Hann segði: „Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!“ So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM – men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti – men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum;
Fyrra Kongabók 19:12 Fyrra Kongabók
eftir jarðskjálvtan kom eldur – men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð.
Fyrra Kongabók 19:13 Fyrra Kongabók
Táið Elias hoyrdi tað, helt hann kappan fyri andlitið og fór út og stóð við hellismunnan. Og nú talaði rødd við hann og segði: „Hvat vilt tú her, Elias?“
Fyrra Kongabók 19:14 Fyrra Kongabók
Hann svaraði: „Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“
Fyrra Kongabók 19:15 Fyrra Kongabók
Tá segði HARRIN við hann: „Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram!
Fyrra Kongabók 19:16 Fyrra Kongabók
Jehu, son Nimsi, skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg.
Fyrra Kongabók 19:17 Fyrra Kongabók
Og so skal verða, at tann, ið sleppur undan svørði Hazaels, skal Jehu drepa, og tann, ið sleppur undan svørði Jehu, skal Elisa drepa.
Fyrra Kongabók 19:18 Fyrra Kongabók
Men Eg skal lata 7000 verða eftir í Ísrael – hvørt knæ, ið ikki hevur boygt seg fyri Ba’al, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.“
Fyrra Kongabók 19:19 Fyrra Kongabók
Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Safat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann.
Fyrra Kongabók 19:20 Fyrra Kongabók
Tá fór hann frá oksunum, leyp aftan á Eliasi og segði: „Loyv mær fyrst at heilsa pápa og mammu – so skal eg koma við tær!“ Hann svaraði: „Far bert aftur – tú veitst jú, hvat eg havi gjørt við teg!“
Fyrra Kongabók 19:21 Fyrra Kongabók
Hann skiltist tá frá honum og vendi aftur; og hann tók og drap oksaparið, hevði oksaokini at kóka kjøtið við og gav fólkinum tað at eta. Síðani gjørdi hann seg til og fór við Eliasi og varð tænari hansara.
Seinna Kongabók 1:8 Seinna Kongabók
Teir svaraðu: „Tað var maður í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar.“ Tá segði hann: „Tað hevur verið Elias Tisbitur!“
Seinna Kongabók 1:10 Seinna Kongabók
Men Elias svaraði høvuðsmanninum yvir fimmti: „Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimmti monnum tínum!“ Tá fall eldur niður av himli og forkom honum og hinum fimmti monnum hansara.
Seinna Kongabók 1:11 Seinna Kongabók
Uppaftur sendi hann eftir honum høvuðsmann yvir fimmti við monnum hansara. Hesin tók til orða og segði við hann: „Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman, og tað skjótt!“
Seinna Kongabók 1:12 Seinna Kongabók
Men Elias svaraði teimum: „Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimmti monnum tínum!“ Tá fall eldur Guds niður av himli og forkom honum og hinum fimmti monnum hansara.
Seinna Kongabók 2:1 Seinna Kongabók
Táið nú HARRIN ætlaði at taka Elias upp til Himmals í stormi, fóru Elias og Elisa úr Gilgal.
Seinna Kongabók 2:2 Seinna Kongabók
Nú segði Elias við Elisa: „Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Betel!“ Men Elisa svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir fóru so til Betel.
Seinna Kongabók 2:3 Seinna Kongabók
Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Betel vóru, út til Elisa og søgdu við hann: „Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?“ Hann svaraði: „Ja, eg veit tað – tegið bara!“
Seinna Kongabók 2:4 Seinna Kongabók
Síðani segði Elias við hann: „Steðga her, Elisa, tí HARRIN hevur sent meg til Jeriko!“ Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir komu so til Jeriko.
Seinna Kongabók 2:5 Seinna Kongabók
Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Jeriko vóru, til Elisa og søgdu við hann: „Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?“ Hann svaraði: „Ja, eg veit tað – tegið bara!“
Seinna Kongabók 2:6 Seinna Kongabók
So segði Elias við hann: „Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Jordan!“ Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Teir fóru so báðir avstað.
Seinna Kongabók 2:7 Seinna Kongabók
Men 50 av profetalærisveinunum fóru avstað og stóðu beint yvir av teimum, langt burtur; og teir stóðu við Jordan báðir.
Seinna Kongabók 2:8 Seinna Kongabók
Elias tók nú kappa sín, ballaði hann saman og sló vatnið við honum; tá skiltist tað til báðar síður, og teir fóru yvirum á turrum.
Seinna Kongabók 2:9 Seinna Kongabók
Táið teir vóru yvirum komnir, segði Elias við Elisa: „Sig, hvat tú vilt hava meg at gera fyri teg, áðrenn eg verði tikin burt frá tær!“ Elisa svaraði: „Lat tvífaldan part av anda tínum falla á meg!“
Seinna Kongabók 2:10 Seinna Kongabók
Tá segði hann: „Ikki er tað smávegis, ið tú biður um! – Sært tú meg, táið eg verði tikin burt frá tær, so fært tú tað; annars fært tú tað ikki.“
Seinna Kongabók 2:12 Seinna Kongabók
Táið Elisa sá hetta, rópti hann: „Faðir mín, faðir mín – vagnar og hestmenn Ísraels!“ Og hann sá hann ikki aftur. Tá treiv hann í klæði síni og skræddi tey sundur í helvt.
Seinna Kongabók 2:13 Seinna Kongabók
Síðani tók hann kappa Eliasar – sum dottin var av honum – vendi við og fór oman at áarbakkanum við Jordan.
Seinna Kongabók 2:14 Seinna Kongabók
Hann tók so kappa Eliasar – sum dottin var av honum – sló vatnið við honum og segði: „Hvar er HARRIN, Gud Eliasar!“ Táið hann hevði sligið vatnið, skiltist tað til báðar síður, og hann fór yvirum.
Seinna Kongabók 2:15 Seinna Kongabók
Táið profetalærisveinarnir í Jeriko – sum stóðu beint yvir av honum – sóu hann gera hetta, søgdu teir: „Andi Eliasar hvílir á Elisa!“ Teir komu so ímóti honum og kastaðu seg til jarðar fyri honum.
Seinna Kongabók 2:16 Seinna Kongabók
Síðani søgdu teir við hann: „Her hjá tænarum tínum eru 50 raskir menn; lat teir fara avstað og leita eftir harra tínum! Kanska Andi HARRANS hevur tikið hann og kastað hann á okkurt fjall ella í onkun dal.“ Hann svaraði: „Tit skulu ikki senda teir avstað.“
Seinna Kongabók 2:17 Seinna Kongabók
Men við tað at teir hildu á at júka við hann, segði hann: „Sendið teir so avstað!“ Teir sendu nú hinar 50 menninar avstað, og teir leitaðu í tríggjar dagar, men funnu hann ikki.
Seinna Kongabók 2:18 Seinna Kongabók
So komu teir aftur til hansara – hann var enn í Jeriko – og hann segði við teir: „Segði eg ikki við tykkum, at tit skuldu ikki fara!“