Eldraborgarar
707 versir um "Eldraborgarar"
Versir
Síða 5 av 15Jóhannes 6:22 Jóhannes
Dagin eftir hendi hetta: Fólkið, ið stóð hinumegin vatnið, hevði sæð, at har var ikki meir enn ein bátur, og at Jesus var ikki farin í tann bátin saman við lærisveinum Sínum, men at lærisveinar Hansara fóru avstað einsamallir.
Jóhannes 6:23 Jóhannes
Men aðrir bátar komu úr Tiberias nær til staðið, har tey høvdu fingið at eta, eftir at Harrin hevði takkað.
Jóhannes 6:24 Jóhannes
Táið fólkið tí nú sá, at Jesus var ikki har, og lærisveinar Hansara heldur ikki, fóru tey eisini sjálv í bátarnar og komu til Kapernaum at leita eftir Jesusi.
Jóhannes 6:25 Jóhannes
Og táið tey hittu Hann hinumegin vatnið, søgdu tey við Hann: „Rabbi, nær ert Tú komin higar?“
Jóhannes 6:26 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
Jóhannes 6:27 Jóhannes
Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.“
Jóhannes 6:28 Jóhannes
Tá søgdu teir við Hann: „Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?“
Jóhannes 6:29 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.“
Jóhannes 6:30 Jóhannes
Teir søgdu við Hann: „Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva tær? Hvat arbeiði gert Tú?
Jóhannes 6:31 Jóhannes
Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini – sum skrivað er: „Hann gav teimum breyð av Himli at eta.““
Jóhannes 6:32 Jóhannes
Tá svaraði Jesus teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli.
Jóhannes 6:33 Jóhannes
Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.“
Jóhannes 6:34 Jóhannes
Tá søgdu teir við Hann: „Harri, gev okkum altíð tað breyðið!“
Jóhannes 6:35 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.
Jóhannes 6:36 Jóhannes
Men Eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð Meg og trúgva tó ikki.
Jóhannes 6:37 Jóhannes
Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur.
Jóhannes 6:38 Jóhannes
Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.
Jóhannes 6:39 Jóhannes
Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag.
Jóhannes 6:40 Jóhannes
Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.“
Jóhannes 6:41 Jóhannes
Tá knarraðu Jødarnir um Hann, tí Hann segði: „Eg eri breyðið, sum er komið niður av Himli“;
Jóhannes 6:42 Jóhannes
teir søgdu: „Er hesin ikki Jesus, sonur Jósef! Kenna vit ikki faðir og móður Hansara! Hvussu kann Hann tá siga: „Eg eri komin niður av Himli!““
Jóhannes 6:43 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Knarrið ikki tykkara millum!
Jóhannes 6:44 Jóhannes
Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Jóhannes 6:45 Jóhannes
Skrivað stendur hjá profetunum: „Tey skulu øll verða lærd av Gudi.“ Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín.
Jóhannes 6:46 Jóhannes
Ikki so, at nakar hevur sæð Faðirin; bert Hann, sum er frá Gudi, hevur sæð Faðirin.
Jóhannes 6:47 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív.
Jóhannes 6:48 Jóhannes
Eg eri breyð lívsins.
Jóhannes 6:49 Jóhannes
Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini – og doyðu.
Jóhannes 6:50 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja.
Jóhannes 6:51 Jóhannes
Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“
Jóhannes 6:52 Jóhannes
Jødarnir kjakaðust tá hvør við annan og søgdu: „Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!“
Jóhannes 6:53 Jóhannes
Jesus segði tí við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
Jóhannes 6:54 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Jóhannes 6:55 Jóhannes
Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.
Jóhannes 6:56 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.
Jóhannes 6:57 Jóhannes
Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær.
Jóhannes 6:58 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.“
Jóhannes 6:59 Jóhannes
Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum.
Jóhannes 6:60 Jóhannes
Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“
Jóhannes 6:61 Jóhannes
Men Jesus visti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: „Er hetta tykkum ástoyt?
Jóhannes 6:62 Jóhannes
Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
Jóhannes 6:64 Jóhannes
Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.“ – Tí Jesus visti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann.
Jóhannes 6:65 Jóhannes
Og Hann segði: „Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.“
Jóhannes 6:66 Jóhannes
Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.
Jóhannes 6:67 Jóhannes
Jesus segði tá við hinar tólv: „Ætla eisini tit at rýma?“
Jóhannes 6:68 Jóhannes
Símun Pætur svaraði Honum: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs,
Jóhannes 6:69 Jóhannes
og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“
Jóhannes 6:70 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“
Jóhannes 6:71 Jóhannes
Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.