Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Eldraborgarar

707 versir um "Eldraborgarar"

Versir

Síða 14 av 15
Jóhannes 16:3 Jóhannes

Hetta fara teir at gera, tí teir kenna hvørki Faðirin ella Meg.

2
Jóhannes 16:4 Jóhannes

Eg havi talað hetta til tykkara, fyri at tit, táið tíðin kemur, skulu minnast, at Eg havi sagt tykkum tað; men hetta segði Eg tykkum ikki frá upphavi, tí Eg var hjá tykkum.

2
Jóhannes 16:5 Jóhannes

Nú fari Eg burtur til Hansara, sum hevur sent Meg, og eingin av tykkum spyr Meg: „Hvar fert Tú?“

2
Jóhannes 16:6 Jóhannes

Men hjarta tykkara er vorðið fult av sorg, tí Eg havi talað hetta til tykkara.

2
Jóhannes 16:7 Jóhannes

Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.

2
Jóhannes 16:8 Jóhannes

Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm –

2
Jóhannes 16:9 Jóhannes

um synd, tí tey trúgva ikki á Meg,

2
Jóhannes 16:10 Jóhannes

um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur,

2
Jóhannes 16:11 Jóhannes

um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur.

2
Jóhannes 16:12 Jóhannes

Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú.

2
Jóhannes 16:13 Jóhannes

Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:14 Jóhannes

Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:15 Jóhannes

Alt, sum Faðirin hevur, er Mítt; tí segði Eg, at Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:16 Jóhannes

Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!“

2
Jóhannes 16:17 Jóhannes

Tá søgdu nakrir av lærisveinum Hansara hvør við annan: „Hvat er hetta, Hann sigur við okkum: „Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg“, og: „Eg fari til Faðirin“?“

2
Jóhannes 16:18 Jóhannes

Teir søgdu tá: „Hvat er hetta, Hann sigur: „Lítla stund“? Vit skilja ikki, hvat Hann meinir.“

2
Jóhannes 16:19 Jóhannes

Jesus visti, at teir fóru at spyrja Hann, og Hann segði við teir: „Tit tala hvør við annan um hetta, sum Eg segði: „Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!“

2
Jóhannes 16:20 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu gráta og vena tykkum, men heimurin skal gleðast; tit skulu hava sorg, men sorg tykkara skal vendast í gleði.

2
Jóhannes 16:21 Jóhannes

Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim.

2
Jóhannes 16:22 Jóhannes

Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.

2
Jóhannes 16:23 Jóhannes

Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.

2
Jóhannes 16:24 Jóhannes

Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!

2
Jóhannes 16:25 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara í líknilsum; tann tíð kemur, táið Eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram siga tykkum frá Faðirinum.

2
Jóhannes 16:26 Jóhannes

Tann dag skulu tit biðja í navni Mínum, og Eg sigi ikki við tykkum, at Eg skal biðja Faðirin fyri tykkum;

2
Jóhannes 16:27 Jóhannes

tí Faðirin elskar tykkum sjálvur, aftur fyri at tit hava elskað Meg og trúð, at Eg eri gingin út frá Gudi.

2
Jóhannes 16:28 Jóhannes

Eg gekk út frá Faðirinum og eri komin í heimin; Eg fari úr aftur heiminum og fari til Faðirin.“

2
Jóhannes 16:29 Jóhannes

Tá søgdu lærisveinar Hansara: „Nú talar Tú beint fram og sigur einki líknilsi!

2
Jóhannes 16:30 Jóhannes

Nú vita vit, at Tú veitst alt og hevur ikki fyri neyðini, at nakar spyr Teg; tí trúgva vit, at Tú ert gingin út frá Gudi.“

2
Jóhannes 16:31 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Nú trúgva tit!

2
Jóhannes 16:32 Jóhannes

Men tann stund kemur – og hon er komin – táið tit skulu verða spjaddir hvør til sítt og lata Meg einsamallan; tó, Eg eri ikki einsamallur, tí Faðirin er við Mær.

2
Jóhannes 16:33 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“

2
Jóhannes 17:1 Jóhannes

Hetta talaði Jesus; og Hann lyfti upp eygu Síni móti himli og segði: „Faðir! Tímin er komin – ger Son Tín dýrmætan, fyri at Sonur Tín kann gera Teg dýrmætan,

2
Jóhannes 17:2 Jóhannes

eins og Tú hevur givið Honum vald yvir øllum holdi, so Hann skal geva øllum teimum ævigt lív, sum Tú hevur givið Honum!

2
Jóhannes 17:3 Jóhannes

Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.

2
Jóhannes 17:4 Jóhannes

Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.

2
Jóhannes 17:5 Jóhannes

Og, Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!

2
Jóhannes 17:6 Jóhannes

Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt.

2
Jóhannes 17:7 Jóhannes

Nú vita tey, at alt, ið Tú hevur givið Mær, er frá Tær.

2
Jóhannes 17:8 Jóhannes

Tí orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum, og tey hava tikið við teimum og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey hava trúð, at Tú hevur sent Meg.

2
Jóhannes 17:9 Jóhannes

Eg biði fyri teimum; Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey eru Tíni.

2
Jóhannes 17:10 Jóhannes

Alt Mítt er Títt, og Títt er Mítt, og Eg eri vorðin dýrmætur í teimum.

2
Jóhannes 17:11 Jóhannes

Eg eri ikki longur í heiminum, men hesi eru í heiminum – og Eg komi til Tín. Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær, so tey kunnu vera eitt, eins og Vit!

2
Jóhannes 17:12 Jóhannes

Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist – uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út.

2
Jóhannes 17:13 Jóhannes

Men nú komi Eg til Tín, og hetta tali Eg í heiminum, fyri at tey skulu hava gleði Mína fullkomna í sær.

2
Jóhannes 17:14 Jóhannes

Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.

2
Jóhannes 17:15 Jóhannes

Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum.

2
Jóhannes 17:16 Jóhannes

Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.

2
Jóhannes 17:17 Jóhannes

Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.

2
Jóhannes 17:18 Jóhannes

Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin.

2
Jóhannes 17:19 Jóhannes

Eg halgi Meg sjálvan fyri tey, fyri at eisini tey skulu vera halgað í sannleikanum.

2