Eldraborgarar
707 versir um "Eldraborgarar"
Versir
Síða 11 av 15Jóhannes 11:56 Jóhannes
Tey leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu hvørt við annað, sum tey stóðu í templinum: „Hvat halda tit? Man Hann ikki fara at koma til høgtíðina?“
Jóhannes 11:57 Jóhannes
Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann.
Jóhannes 12:1 Jóhannes
Seks dagar fyri páskir kom Jesus tá til Betania, har Lazarus búði, hann, sum Jesus hevði reist upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 12:2 Jóhannes
Har varð gjørd kvøldmáltíð fyri Honum, og Marta kokkaðist; men Lazarus var ein teirra, sum sótu til borðs saman við Honum.
Jóhannes 12:3 Jóhannes
Tá tók Maria pund av óblandaðari nardussalvu, ógvuliga dýrari, salvaði føtur Jesusar og turkaði føtur Hansara við hári sínum; húsið fyltist av góða anga salvunnar.
Jóhannes 12:4 Jóhannes
Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot – hann, sum seinni sveik Hann:
Jóhannes 12:5 Jóhannes
„Hví varð henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum!“
Jóhannes 12:6 Jóhannes
Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt.
Jóhannes 12:7 Jóhannes
Tá segði Jesus: „Lat hana vera! Hon hevur goymt hana til tann dag, jarðarferð Mín skal vera.
Jóhannes 12:8 Jóhannes
Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð.“
Jóhannes 12:9 Jóhannes
Stór mongd av Jødunum fekk nú at vita, at Hann var har; og tey komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini at síggja Lazarus, sum Hann hevði reist upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 12:10 Jóhannes
Høvuðsprestarnir ráðløgdu tá um at drepa Lazarus við;
Jóhannes 12:11 Jóhannes
tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus.
Jóhannes 12:12 Jóhannes
Dagin eftir, táið alt hitt nógva fólk, ið komið var til høgtíðina, fekk at hoyra, at Jesus kom til Jerusalem,
Jóhannes 12:13 Jóhannes
tóku tey pálmagreinar og fóru út ímóti Honum og róptu: „Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans, kongur Ísraels!“
Jóhannes 12:14 Jóhannes
Jesus fann nú ungt esil og setti Seg á tað – sum skrivað er:
Jóhannes 12:15 Jóhannes
„Óttast ikki, dóttir Zion! Hygg, kongur tín kemur, sitandi á esilsfyli!“
Jóhannes 12:16 Jóhannes
Hetta skiltu lærisveinar Hansara ikki tá við tað sama; men táið Jesus var vorðin dýrmætur, kom teimum í hug, at hetta var skrivað um Hann, og at teir høvdu gjørt hetta fyri Hann.
Jóhannes 12:17 Jóhannes
Fólkið, sum var í fylgi við Honum, vitnaði nú, at Hann hevði kallað Lazarus út úr grøvini og reist hann upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 12:18 Jóhannes
Tí var tað eisini, fólkið fór ímóti Honum, tí tey frættu, at Hann hevði gjørt hetta tekinið.
Jóhannes 12:19 Jóhannes
Fariseararnir søgdu tá hvør við annan: „Tit síggja, at tit vinna einki! Hyggið, allur heimurin hongur uppi í Honum!“
Jóhannes 12:20 Jóhannes
Nú vóru nakrir Grikkar millum teirra, sum komu niðan at tilbiðja á høgtíðini.
Jóhannes 12:21 Jóhannes
Teir komu til Filip, sum var úr Betsaida í Galilea, og bóðu hann: „Harri, vit høvdu fegnir viljað sæð Jesus!“
Jóhannes 12:22 Jóhannes
Filip fór og segði tað við Andrias; Andrias og Filip komu og søgdu tað við Jesus.
Jóhannes 12:23 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Tímin er komin, at Menniskjasonurin skal verða dýrmettur.
Jóhannes 12:24 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.
Jóhannes 12:25 Jóhannes
Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív.
Jóhannes 12:26 Jóhannes
Vil nakar tæna Mær – hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær – hann skal Faðirin æra.
Jóhannes 12:27 Jóhannes
Nú er sál Mín í angist, og hvat skal Eg siga? – Faðir, frels Meg frá hesum tíma? Tó, tað er júst tí, Eg eri komin – til henda tíma!
Jóhannes 12:28 Jóhannes
Faðir, dýrmet navn Títt!“ – Tá kom rødd av Himli: „Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!“
Jóhannes 12:29 Jóhannes
Fólkið, ið stóð har og hoyrdi tað, segði tá, at tað var toran, ið gekk; onnur søgdu: „Tað var eingil, ið talaði til Hansara!“
Jóhannes 12:30 Jóhannes
Tá svaraði Jesus: „Ikki fyri Mína skuld kom handa rødd, men fyri tykkara skuld.
Jóhannes 12:31 Jóhannes
Nú gongur dómur yvir henda heim; nú skal høvdingin yvir hesum heimi verða kastaður út.
Jóhannes 12:32 Jóhannes
Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín.“
Jóhannes 12:33 Jóhannes
– Hetta segði Hann fyri at peika á, hvønn deyða Hann skuldi doyggja.
Jóhannes 12:34 Jóhannes
Tá svaraði fólkið Honum: „Vit hava hoyrt úr lógini, at Kristus verður í allar ævir; hvussu kanst Tú tá siga, at Menniskjasonurin skal verða lyftur upp? Hvør er hesin Menniskjasonur?“
Jóhannes 12:35 Jóhannes
Jesus segði við tey: „Lítla stund aftrat er ljósið hjá tykkum; gangið, meðan tit hava ljósið, so myrkrið kemur ikki á tykkum! Tann, sum gongur í myrkri, veit ikki, hvar hann fer.
Jóhannes 12:36 Jóhannes
Trúgvið á ljósið, meðan tit hava ljósið, so tit kunnu verða børn ljósins!“ Hetta talaði Jesus, og so fór Hann avstað og fjaldi Seg fyri teimum.
Jóhannes 12:37 Jóhannes
Men tóat Hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey ikki á Hann –
Jóhannes 12:38 Jóhannes
fyri at orð Esaiasar profets skuldi ganga út, tað, sum hann hevur sagt: „Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum, og fyri hvørjum varð armur Harrans opinberaður!“
Jóhannes 12:39 Jóhannes
Tí kundu tey ikki trúgva; tí Esaias hevur uppaftur sagt:
Jóhannes 12:40 Jóhannes
„Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“
Jóhannes 12:41 Jóhannes
Hetta segði Esaias, tí hann sá dýrd Hansara og talaði um Hann.
Jóhannes 12:42 Jóhannes
Tó vóru mangir, sum trúðu á Hann, eisini av ráðharrunum; men teir kendust ikki við tað; tí teir óttaðust Fariseararnar og vildu sleppa frá at verða koyrdir úr sýnagoguni.
Jóhannes 12:43 Jóhannes
Teir elskaðu meiri heiður frá menniskjum enn heiður frá Gudi.
Jóhannes 12:44 Jóhannes
Men Jesus rópti: „Tann, ið trýr á Meg, trýr ikki á Meg, men á Hann, ið sendi Meg!
Jóhannes 12:45 Jóhannes
Og tann, ið sær Meg, sær Hann, ið sendi Meg!
Jóhannes 12:46 Jóhannes
Eg eri komin sum ljós í heimin, fyri at eingin, sum trýr á Meg, skal verða verandi í myrkri.
Jóhannes 12:47 Jóhannes
Um onkur hoyrir orð Míni og leggur sær tey ikki á hjarta – hann dømi ikki Eg; tí Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin.
Jóhannes 12:48 Jóhannes
Tann, ið vrakar Meg og tekur ikki við orðum Mínum, hevur tann, ið dømir hann; orðið, ið Eg havi talað, skal døma hann síðsta dag.