eksem
9 versir um "eksem"
Versir
Síða 1 av 1Job 42:10 Job
HARRIN vendi lagnu Jobs, táið hann bað fyri vinmonnum sínum; og HARRIN gav Job tvífalt aftur alt, ið hann hevði átt.
Job 42:11 Job
So komu allir brøður hansara til hansara, og allar systrar hansara og øll, ið høvdu kent hann áður; tey hildu máltíð við honum í húsi hansara, vístu honum samkenslu og uggaðu hann eftir alla vanlukkuna, ið HARRIN hevði latið koma á hann; tey góvu honum hvørt kesita* og gullring.
Job 42:12 Job
HARRIN signaði seinnu tíð Jobs meir enn hina fyrru: hann fekk 14000 kríatúr av smáfæi, 6000 kamelar, 1000 pør av neytum og 1000 esilsryssur.
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Triðja Mósebók 21:20 Triðja Mósebók
eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin, eingin, sum hevur plett á eyganum, skrubb ella annað útbrot, ella sum eistuni eru kroyst á.
Triðja Mósebók 22:22 Triðja Mósebók
Kríatúr, ið eru blind, beinbrotin ella særd, ella sum hava svullir, skrubb ella annað útbrot, mugu tit ikki ofra HARRANUM; tit mugu ikki leggja eldoffur av teimum á altarið fyri HARRAN.
Matteus 15:30 Matteus
Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey –
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Siga vit, at vit hava ikki syndað, so gera vit Hann til lygnara, og orð Hansara er ikki í okkum.