Ekrón
17 versir um "Ekrón"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 5:10 Fyrra Sámuelsbók
Tá sendu teir ørk Guds til Ekron; men táið ørk Guds kom til Ekron, róptu Ekronitar: „Teir hava flutt ørk Guds higar til mín at gera enda á mær og fólki mínum!“
Josva 13:3 Josva
tí alt tað, ið liggur millum Sihor eystan fyri Egyptaland og landamark Ekrons í norðri, tað verður roknað upp í Kána’ansland, bæði teir fimm filistarahøvdingarnir, í Gaza, Asdod, Askalon, Gat og Ekron, og Avitar,
Josva 19:43 Josva
Elon, Timna, Ekron,
Dómararnir 1:18 Dómararnir
Juda tók Gaza og landið, ið til hoyrdi, Askalon og landið, ið til hoyrdi, og Ekron og landið, ið til hoyrdi.
Zefanias 2:4 Zefanias
Tí Gaza skal liggja frárýmt, og Askalon í oyði; mitt á ljósum degi skal fólkið í Asdod verða rikið burtur, og Ekron skal verða rykt upp við rót.
Josva 15:11 Josva
Haðani gekk markið norðureftir, at Ekronskambi; haðani sneiddi tað yvir at Sikron, gekk so yvir at Ba’alafjalli og allan vegin til Jabne’el, og síðani líka í sjógvin.
Josva 15:45 Josva
Ekron við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu,
Josva 15:46 Josva
úr Ekron vestureftir alt tað, ið lá á asdodsíðuni, og bygdirnar, ið har lógu,
Fyrra Sámuelsbók 6:16 Fyrra Sámuelsbók
Táið teir fimm filistarahøvdingarnir høvdu sæð hetta, fóru teir sama dag aftur til Ekron.
Fyrra Sámuelsbók 6:17 Fyrra Sámuelsbók
Hetta eru gullsvullirnir, ið Filistarar góvu Harranum í skyldoffur: Ein fyri Asdod, ein fyri Gaza, ein fyri Askalon, ein fyri Gat og ein fyri Ekron.
Fyrra Sámuelsbók 7:14 Fyrra Sámuelsbók
Býirnar, ið Filistarar høvdu tikið frá Ísrael, fekk Ísrael aftur, frá Ekron líka til Gat; eisini landið har rundanum tóku Ísraelsmenn frá Filistarum. – Millum Ísrael og Amoritar var friður.
Fyrra Sámuelsbók 17:52 Fyrra Sámuelsbók
Men herur Ísraels og herur Juda løgdu avstað, skóru í herróp og eltu Filistarar líka til portur Gats og Ekrons, og falnir Filistarar lógu eftir vegnum úr Sa’arajim og líka til Gat og Ekron.
Seinna Kongabók 1:2 Seinna Kongabók
Ahazja datt út gjøgnum vindeygagrindina í loftsali sínum í Samaria og legðist sjúkur. Tá sendi hann menn avstað og segði við teir: „Farið og spyrjið Ba’al-Zebub, gudin í Ekron, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!“
Jeremias 25:20 Jeremias
øllum tjóðblandinum og øllum kongunum í Uzlandi og Filistaralandi, í Askalon, Gaza, Ekron og tí, sum eftir var av Asdod,
Amos 1:8 Amos
Eg skal oyða tey, sum í Asdod búgva, og tann, sum ber kongastavin í Askalon; Eg skal venda hond Míni móti Ekron, og tað, ið eftir er av Filistarum, skal ganga til grundar – sigur Harrin HARRIN.
Zakarias 9:5 Zakarias
Askalon sær tað og ræðist; Gaza ringist av ræðslu, somuleiðis Ekron, tí vón tess brast; Gaza skal missa kong sín, og í Askalon skal eingin búgva.
Zakarias 9:7 Zakarias
Eg skal taka blóðið* út úr munni teirra og alt hitt viðurstyggiliga** úr tonnum teirra; tá skulu eisini tey verða Gudi okkara leivd; tey skulu vera sum høvdingar í Juda, og Ekron skal vera sum Jebusitur.