Einsamma foreldur
289 versir um "Einsamma foreldur"
Versir
Síða 2 av 6Rómverjabrævið 8:10 Rómverjabrævið
Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt – tað ger syndin; men andin er lív – tað ger rættvísin.
Rómverjabrævið 8:11 Rómverjabrævið
Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr.
Rómverjabrævið 8:12 Rómverjabrævið
So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum.
Rómverjabrævið 8:13 Rómverjabrævið
Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva.
Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið
So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið
Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“
Rómverjabrævið 8:16 Rómverjabrævið
Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.
Rómverjabrævið 8:17 Rómverjabrævið
Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið
Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.
Rómverjabrævið 8:19 Rómverjabrævið
Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.
Rómverjabrævið 8:20 Rómverjabrævið
Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana,
Rómverjabrævið 8:21 Rómverjabrævið
í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið
Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið
Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.
Rómverjabrævið 8:24 Rómverjabrævið
Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!
Rómverjabrævið 8:25 Rómverjabrævið
Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Rómverjabrævið 8:27 Rómverjabrævið
Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heilagu.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Rómverjabrævið 8:29 Rómverjabrævið
Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.
Rómverjabrævið 8:30 Rómverjabrævið
Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.
Rómverjabrævið 8:31 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum!
Rómverjabrævið 8:32 Rómverjabrævið
Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!
Rómverjabrævið 8:33 Rómverjabrævið
Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger.
Rómverjabrævið 8:34 Rómverjabrævið
Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum.
Rómverjabrævið 8:35 Rómverjabrævið
Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð!
Rómverjabrævið 8:36 Rómverjabrævið
– sum skrivað er: „Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.“
Rómverjabrævið 8:37 Rómverjabrævið
Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum.
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið
Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið
hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Rómverjabrævið 9:1 Rómverjabrævið
Eg sigi sannleika í Kristusi, eg lúgvi ikki – samvitska mín vitnar við mær í Heilaga Andanum –
Rómverjabrævið 9:2 Rómverjabrævið
at eg havi í hjartanum stóra sorg og kvøl, sum aldri gevst
Rómverjabrævið 9:3 Rómverjabrævið
– um brøður mínar, skyldmenn mínar eftir holdinum. – Eg sjálvur ynskti jú at vera bannlýstur frá Kristusi.
Rómverjabrævið 9:4 Rómverjabrævið
Teir eru jú Ísraelsmenn, teimum tilhoyrir sonarætturin, dýrdin, sáttmálarnir, lóggávan, gudstænastan og lyftini;
Rómverjabrævið 9:5 Rómverjabrævið
teimum tilhoyra fedrarnir, og av teimum er Kristus komin eftir holdinum, Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir. Amen.
Rómverjabrævið 9:6 Rómverjabrævið
Hetta sigi eg ikki, sum at orð Guds skuldi havt svikið; tí ikki øll, sum eru av Ísrael, eru Ísrael;
Rómverjabrævið 9:7 Rómverjabrævið
ei heldur eru øll børn, fyri tað at tey eru avkom Ábrahams – nei: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“
Rómverjabrævið 9:8 Rómverjabrævið
Hetta merkir: Ikki tey eru børn Guds, sum eru børn eftir holdinum; nei, tey, sum eru børn eftir lyftinum, tey roknast fyri avkom.
Rómverjabrævið 9:9 Rómverjabrævið
Tí lyftisorð er hetta: „Um hesa tíðina skal Eg koma, og tá skal Sára hava son.“
Rómverjabrævið 9:10 Rómverjabrævið
Og enn meir: So var eisini við Rebekku, táið hon var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara.
Rómverjabrævið 9:11 Rómverjabrævið
Tí táið teir enn vóru óføddir og hvørki høvdu gjørt gott ella ilt, varð – fyri at ráð Guds eftir útveljingini skuldi standa fast, ikki av verkum, men av Honum, ið kallar –
Rómverjabrævið 9:12 Rómverjabrævið
sagt við hana: „Hin eldri skal tæna hinum yngra“
Rómverjabrævið 9:13 Rómverjabrævið
– sum skrivað er: „Jákup elskaði Eg, men Esau hataði Eg.“
Rómverjabrævið 9:14 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit tá siga? Er órættvísi hjá Gudi! Minni enn so!
Rómverjabrævið 9:15 Rómverjabrævið
Hann sigur jú við Móses: „Eg skal vera honum náðigur, sum Eg eri náðigur, og miskunna honum, sum Eg miskunni.“
Rómverjabrævið 9:16 Rómverjabrævið
So stendur tað ikki til tann, ið vil, ei heldur til tann, ið rennur, men til Gud, sum miskunnar.
Rómverjabrævið 9:17 Rómverjabrævið
Tí skriftin sigur við Farao: „Júst til hetta reisti Eg teg upp, at Eg kundi vísa mátt Mín á tær, og at navn Mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina.“
Rómverjabrævið 9:18 Rómverjabrævið
So miskunnar Hann tá honum, sum Hann vil, og herðir hann, ið Hann vil.
Rómverjabrævið 9:19 Rómverjabrævið
Nú vilt tú siga við meg: „Hvat hevur Hann tá at kæra Seg um! Hvør kann standa vilja Hansara ímóti!“
Rómverjabrævið 9:20 Rómverjabrævið
Ja, men hvør ert tú, menniskja, ið svarar Gudi aftur! Skal tað, sum gjørt er, siga við Hann, ið gjørdi tað: „Hví gjørdi Tú meg so?“