einsamallur
107 versir um "einsamallur"
Versir
Síða 2 av 3Fyrra Kongabók 19:4 Fyrra Kongabók
og sjálvur fór hann dagsferð út í oyðimørkina, setti seg undir gývilrunn har, ynskti sær deyðan og segði: „Nú er nóg mikið! Tak nú lív mítt, HARRI, tí eg eri ikki betri enn fedrar mínir!“
Fyrra Kongabók 19:5 Fyrra Kongabók
So legðist hann at sova undir gývilrunninum. Men eingil nam við hann og segði við hann: „Reis teg og et!“
Fyrra Kongabók 19:6 Fyrra Kongabók
Táið hann hugdi rundan um seg, fekk hann at síggja, at har sum høvd hansara hevði ligið, lá køka, bakað á heitum steinum, og har stóð krukka við vatni. Hann fekk sær tá at eta og drekka og legðist síðani aftur.
Fyrra Kongabók 19:7 Fyrra Kongabók
Men eingil HARRANS kom uppaftur og nam við hann, aðru ferð, og segði: „Reis teg og et! Annars verður vegurin tær ov langur.“
Fyrra Kongabók 19:8 Fyrra Kongabók
Hann reistist tá og fekk sær at eta og drekka, og styrktur av hesi máltíð gekk hann 40 dagar og 40 nætur, líka til Horeb, fjall Guds.
Fyrra Kongabók 19:9 Fyrra Kongabók
Har fór hann inn í helli og varð har ta náttina. Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði við hann: „Hvat vilt tú her, Elias?“
Fyrra Kongabók 19:10 Fyrra Kongabók
Hann svaraði: „Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“
Fyrra Kongabók 19:11 Fyrra Kongabók
Hann segði: „Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!“ So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM – men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti – men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum;
Fyrra Kongabók 19:12 Fyrra Kongabók
eftir jarðskjálvtan kom eldur – men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð.
Fyrra Kongabók 19:13 Fyrra Kongabók
Táið Elias hoyrdi tað, helt hann kappan fyri andlitið og fór út og stóð við hellismunnan. Og nú talaði rødd við hann og segði: „Hvat vilt tú her, Elias?“
Fyrra Kongabók 19:14 Fyrra Kongabók
Hann svaraði: „Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“
Fyrra Kongabók 19:15 Fyrra Kongabók
Tá segði HARRIN við hann: „Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram!
Fyrra Kongabók 19:16 Fyrra Kongabók
Jehu, son Nimsi, skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg.
Fyrra Kongabók 19:17 Fyrra Kongabók
Og so skal verða, at tann, ið sleppur undan svørði Hazaels, skal Jehu drepa, og tann, ið sleppur undan svørði Jehu, skal Elisa drepa.
Fyrra Kongabók 19:18 Fyrra Kongabók
Men Eg skal lata 7000 verða eftir í Ísrael – hvørt knæ, ið ikki hevur boygt seg fyri Ba’al, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.“
Fyrra Kongabók 19:19 Fyrra Kongabók
Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Safat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann.
Fyrra Kongabók 19:20 Fyrra Kongabók
Tá fór hann frá oksunum, leyp aftan á Eliasi og segði: „Loyv mær fyrst at heilsa pápa og mammu – so skal eg koma við tær!“ Hann svaraði: „Far bert aftur – tú veitst jú, hvat eg havi gjørt við teg!“
Fyrra Kongabók 19:21 Fyrra Kongabók
Hann skiltist tá frá honum og vendi aftur; og hann tók og drap oksaparið, hevði oksaokini at kóka kjøtið við og gav fólkinum tað at eta. Síðani gjørdi hann seg til og fór við Eliasi og varð tænari hansara.
Sálmarnir 68:6 Sálmarnir
Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum.
Matteus 24:35 Matteus
Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.
Lukas 21:12 Lukas
Men framman undan øllum hesum skulu teir leggja hond á tykkum, søkja at tykkum og geva tykkum upp til sýnagogur og fangahús; og tit skulu verða førdir fram fyri kongar og landshøvdingar fyri navns Míns skuld.
Lukas 21:13 Lukas
Tað skal verða tykkum til vitnisburð.
Lukas 21:14 Lukas
Leggið tykkum tí á hjarta, at tit skulu ikki frammanundan grunda á, hvussu tit skulu verja tykkum!
Lukas 21:15 Lukas
Tí Eg skal geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera førir fyri at standa ímóti ella mótsiga.
Sálmarnir 111:10 Sálmarnir
Ótti fyri HARRANUM er upphav vísdóms; gott skil hevur hvør tann, ið ger eftir honum. – Prís Hansara varir í allar ævir.
Sálmarnir 139:7 Sálmarnir
Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!
Sálmarnir 139:8 Sálmarnir
Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;
Sálmarnir 139:9 Sálmarnir
taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,
Sálmarnir 139:10 Sálmarnir
so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.
Orðtøkini 30:5 Orðtøkini
Alt orð Guds er reint; Hann er teimum skjøldur, sum líta á Hann.
Orðtøkini 30:6 Orðtøkini
Legg einki aftrat orði Hansara, tí so revsar Hann teg, og tú stendur sum lygnari!
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Galatiabrævið 1:15 Galatiabrævið
Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni –
Galatiabrævið 1:16 Galatiabrævið
at opinbera Son Sín í mær, fyri at eg skuldi kunngera evangeliið um Hann millum heidningarnar, spurdi eg við tað sama ikki hold og blóð til ráðs,
Galatiabrævið 1:17 Galatiabrævið
fór heldur ikki niðan til Jerusalem til teirra, sum undan mær vóru ápostlar; nei, eg fór burt til Arabia og kom so aftur til Damaskus.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Hebrearabrævið 13:6 Hebrearabrævið
so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók
Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
Sálmarnir 22:24 Sálmarnir
Tit, ið óttast HARRAN, lovið Honum! Ær Hann, øll ætt Jákups, hav ótta fyri Honum, øll ætt Ísraels!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 27:10 Sálmarnir
Tí faðir og móðir fóru frá mær – men HARRIN tekur meg til Sín.
Sálmarnir 62:5 Sálmarnir
Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.
Sálmarnir 147:3 Sálmarnir
Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra;