einkjur og faðirleys
13 versir um "einkjur og faðirleys"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.
Sálmarnir 68:5 Sálmarnir
Syngið fyri Gudi, lovsyngið navni Hansara, gerið veg fyri Honum, sum fer fram í oyðimørkunum – HARRIN er navn Hansara – og fegnist fyri ásjón Hansara!
Sálmarnir 146:9 Sálmarnir
HARRIN varðar fremmand, heldur faðirleysum og einkjum uppi; men gudleys letur Hann fara villar vegir.
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Onnur Mósebók 22:22 Onnur Mósebók
Einkjum og faðirleysum mugu tit ikki fara illa við.
Onnur Mósebók 22:23 Onnur Mósebók
Fert tú illa við teimum, so skal Eg sanniliga hoyra róp teirra, táið tey rópa til Mín!
Onnur Mósebók 22:24 Onnur Mósebók
Og vreiði Mín skal tendrast, og Eg skal sláa tykkum við svørði, so konur tykkara verða einkjur, og børn tykkara faðirleys.
Fimta Mósebók 27:19 Fimta Mósebók
„Bannaður veri tann, ið boyggir rætt hins fremmanda, hins faðirleysa og einkjunnar!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
Job 29:12 Job
Tí eg bjargaði hinum arma, ið rópti um hjálp, hinum faðirleysa, ið ongan hjálparmann hevði.
Job 29:13 Job
Tann, ið var undirgangi nær, signaði meg, og hjarta einkjunnar fekk eg at rópa av gleði.
Sálmarnir 82:3 Sálmarnir
„Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!
Zakarias 7:9 Zakarias
So segði HARRIN Gud herskaranna: „Dømið rættvísar dómar, og vísið kærleika og miskunn hvør móti øðrum!
Zakarias 7:10 Zakarias
Kúgið ikki einkjur og faðirleys, fremmand og fátæk, og upphugsið ikki ilt í hjartanum, hvør móti øðrum!“