Einkamøður
39 versir um "Einkamøður"
Versir
Síða 1 av 1Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið
so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðtøkini 31:1 Orðtøkini
Orð Lemuels kongs, tað, ið móðir hansara segði, táið hon áminti hann:
Orðtøkini 31:2 Orðtøkini
Hvat skal eg siga við teg, sonur mín, ja, hvat, sonur lívs míns, ja, hvat, sonur lyfta mína?
Orðtøkini 31:3 Orðtøkini
– Gev ikki kvinnum kraft tína, og far ikki leiðir, ið forkoma kongum!
Orðtøkini 31:4 Orðtøkini
Ikki sømir kongum, Lemuel, ikki sømir kongum at drekka vín, ei heldur høvdingum at drekka sterkan drykk!
Orðtøkini 31:5 Orðtøkini
Tí táið teir drekka, koma teir at gloyma, hvat lóg er, og boyggja rætt alra arminga.
Orðtøkini 31:6 Orðtøkini
– Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini!
Orðtøkini 31:7 Orðtøkini
Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur!
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini
Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini
Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!
Orðtøkini 31:11 Orðtøkini
Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.
Orðtøkini 31:12 Orðtøkini
Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.
Orðtøkini 31:13 Orðtøkini
Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.
Orðtøkini 31:14 Orðtøkini
Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.
Orðtøkini 31:15 Orðtøkini
Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.
Orðtøkini 31:16 Orðtøkini
Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.
Orðtøkini 31:17 Orðtøkini
Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.
Orðtøkini 31:18 Orðtøkini
Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.
Orðtøkini 31:19 Orðtøkini
Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna.
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini
Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.
Orðtøkini 31:21 Orðtøkini
Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.
Orðtøkini 31:22 Orðtøkini
Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.
Orðtøkini 31:23 Orðtøkini
Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.
Orðtøkini 31:24 Orðtøkini
Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini
Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
Orðtøkini 31:27 Orðtøkini
Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini
Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini
„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Orðtøkini 31:31 Orðtøkini
Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið
at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí vil eg, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, einki høvi geva mótstøðumanninum til at háða.
Seinna Timoteusarbrævið 1:5 Seinna Timoteusarbrævið
Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni – trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.