einhyrningur
10 versir um "einhyrningur"
Versir
Síða 1 av 1Dániel 8:5 Dániel
Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni.
Fjórða Mósebók 24:8 Fjórða Mósebók
Gud leiddi hann út av Egyptalandi; styrki hevur hann sum villtarvurin; hann skal eta upp heidningafólkini, ið standa honum ímóti, sora bein teirra og skjóta pílar sínar ígjøgnum tey.
Sálmarnir 92:10 Sálmarnir
Tí fíggindar Tínir, HARRI, ja, fíggindar Tínir, teir ganga til grundar; øll, ið gera órætt, verða sundurspjadd.
Fjórða Mósebók 23:22 Fjórða Mósebók
Gud leiddi tey út av Egyptalandi; styrki hava tey sum villtarvurin.
Esaias 34:7 Esaias
Villtarvar skulu falla saman við teimum, ungneyt saman við tarvum; land teirra skal verða drukkið av blóði, og jørð teirra taðað av fiti.
Job 39:10 Job
Tað lær at ganginum í býnum og hoyrir ikki róp rakstrarmansins.
Job 39:9 Job
sum Eg gav oyðimørkina til heim og saltslættan til bústað!
Sálmarnir 22:21 Sálmarnir
Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!
Sálmarnir 29:6 Sálmarnir
og Hann fær tey at hoppa eins og kálv, Libanon og Sirjon eins og ungan villtarv.
Zakarias 9:14 Zakarias
Ja, HARRIN skal opinbera Seg yvir teimum, og pílur Hansara skal fara út sum snarljósið; Harrin HARRIN skal blása í horn og ganga fram í sunnanstormum.