einhyrningar
28 versir um "einhyrningar"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 24:8 Fjórða Mósebók
Gud leiddi hann út av Egyptalandi; styrki hevur hann sum villtarvurin; hann skal eta upp heidningafólkini, ið standa honum ímóti, sora bein teirra og skjóta pílar sínar ígjøgnum tey.
Fimta Mósebók 33:17 Fimta Mósebók
Prúður er frumborni tarvur hansara, og horn hansara eru sum horn villtarvsins; við teimum stangar hann niður øll fólkini, líka at endum jarðarinnar. Soleiðis eru tíggjutúsund Efra’ims, soleiðis eru túsund Manasse!“
Sálmarnir 92:10 Sálmarnir
Tí fíggindar Tínir, HARRI, ja, fíggindar Tínir, teir ganga til grundar; øll, ið gera órætt, verða sundurspjadd.
Fjórða Mósebók 23:22 Fjórða Mósebók
Gud leiddi tey út av Egyptalandi; styrki hava tey sum villtarvurin.
Esaias 34:7 Esaias
Villtarvar skulu falla saman við teimum, ungneyt saman við tarvum; land teirra skal verða drukkið av blóði, og jørð teirra taðað av fiti.
Sálmarnir 22:21 Sálmarnir
Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!
Sálmarnir 22:22 Sálmarnir
Frels Meg úr leyvugapinum – ja, Tú bønhoyrir Meg og bjargar Mær undan hornum villtarvsins!
Sálmarnir 22:23 Sálmarnir
Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt, mitt í samkomuni skal Eg lova Tær.
Sálmarnir 22:24 Sálmarnir
Tit, ið óttast HARRAN, lovið Honum! Ær Hann, øll ætt Jákups, hav ótta fyri Honum, øll ætt Ísraels!
Sálmarnir 22:25 Sálmarnir
Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Job 39:10 Job
Tað lær at ganginum í býnum og hoyrir ikki róp rakstrarmansins.
Sálmarnir 29:6 Sálmarnir
og Hann fær tey at hoppa eins og kálv, Libanon og Sirjon eins og ungan villtarv.
Sálmarnir 92:1 Sálmarnir
Sálmur. Songur sabbatsdagin.
Sálmarnir 92:2 Sálmarnir
Tað er gott at takka HARRANUM, syngja navni Tínum lov, Tú hin Hægsti,
Sálmarnir 92:3 Sálmarnir
um morgunin kunngera náði Tína, um náttina trúfesti Tína,
Sálmarnir 92:4 Sálmarnir
við tíggjustreingjaðum sitara og við hørpu, við streingjaleiki á sitara.
Sálmarnir 92:5 Sálmarnir
Tí Tú hevur glett meg við verki Tínum, HARRI, eg rópi av gleði um tað, ið hendur Tínar hava gjørt.
Sálmarnir 92:6 Sálmarnir
Hvussu stór eru ikki verk Tíni, HARRI! Sára djúpar eru hugsanir Tínar!
Sálmarnir 92:7 Sálmarnir
Skilaleysur maður fatar tað ikki, dárin skilir ikki slíkt.
Sálmarnir 92:8 Sálmarnir
Táið gudleys grógva sum grasið, og øll tey, ið gera órætt, blóma, so er tað bert til at verða oydd við alla.
Sálmarnir 92:9 Sálmarnir
– Men Tú ert høgur til ævigar tíðir, HARRI!
Sálmarnir 92:11 Sálmarnir
Tú lyftir horn mítt sum horn villtarvsins, Tú hellir feska olju út yvir meg.
Sálmarnir 92:12 Sálmarnir
Og eyga mítt hyggur við frøi á fíggindar mínar, oyra mítt hoyrir við gleði um hinar óndu, ið reisa seg móti mær.
Sálmarnir 92:13 Sálmarnir
Hin rættvísi grør sum pálmin, hann veksur sum sedristræið á Libanon;
Sálmarnir 92:14 Sálmarnir
tey eru plantað í húsi HARRANS, grógva í forgørðum Guds okkara;
Sálmarnir 92:15 Sálmarnir
enntá gráhærd bera tey ávøkst, tey eru sevjurík og grøn,
Dániel 8:5 Dániel
Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni.