eingudstrúgv

23 versir um "eingudstrúgv"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 44:6 Esaias

So sigur HARRIN, kongur og frelsari Ísraels, HARRIN Gud herskaranna: Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg!

12
Fimta Mósebók 4:35 Fimta Mósebók

Hetta hevur tú alt fingið at síggja, fyri at tú skalt vita, at HARRIN, Hann er Gud, og eingin uttan Hann eina.

10
Fimta Mósebók 6:4 Fimta Mósebók

Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.

6
Esaias 43:10 Esaias

Tit eru vitni Míni, sigur HARRIN, og tænari Mín, sum Eg havi útvalt, so tit kunnu sanna tað og trúgva Mær og skilja, at Eg eri Hann – undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma.

6
Esaias 45:5 Esaias

Eg eri HARRIN, og eingin annar, eingin annar Gud er enn Eg; Eg vápnaði teg, tóat tú kendi Meg ikki –

6
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.

4
Markus 12:29 Markus

Jesus svaraði: „Hitt fyrsta er hetta: „Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein.

4
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók

Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.

3
Sálmarnir 86:10 Sálmarnir

Tí Tú ert stórur, og Tú gert undur, eingin er Gud uttan Tú.

3
Jóhannes 1:1 Jóhannes

Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.

3
Jóhannes 17:3 Jóhannes

Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.

3
Fyrra Korintbrævið 8:6 Fyrra Korintbrævið

so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við.

3
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók

So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“

2
Fimta Mósebók 4:39 Fimta Mósebók

Tí skalt tú í dag vita og leggja tær á hjarta, at HARRIN, Hann er Gud, bæði í Himli haruppi og á jørðini herniðri – Hann og eingin annar.

2
Sálmarnir 82:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Asaf. Gud stígur fram í samkomu Guds, mitt ímillum gudar heldur Hann dóm:

2
Sálmarnir 82:2 Sálmarnir

„Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?“ – Sela.

2
Sálmarnir 82:3 Sálmarnir

„Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!

2
Sálmarnir 82:4 Sálmarnir

Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu!

2
Sálmarnir 82:5 Sálmarnir

– Men teir skilja einki og sansa einki, teir ganga í myrkri; allir grundvøllir jarðarinnar riða.

2
Sálmarnir 82:6 Sálmarnir

Eg havi sagt: „Tit eru gudar, tit eru allir synir hins Hægsta.“

2
Sálmarnir 82:7 Sálmarnir

Men sanniliga, sum menniskju skulu tit doyggja, og sum ein av høvdingunum skulu tit falla!“

2
Sálmarnir 82:8 Sálmarnir

Reis Teg, Gud, døm jørðina, tí við arvarætti ræður Tú yvir øllum fólkunum!

2
Sálmarnir 83:18 Sálmarnir

Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!

2