einglar syngja
17 versir um "einglar syngja"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 2:13 Lukas
Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði:
Lukas 2:14 Lukas
„Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!“
Job 38:7 Job
– meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði!
Zefanias 3:17 Zefanias
HARRIN Gud tín er hjá tær, hetjan, sum frelsir; Hann fegnast yvir tær við gleði, Hann tigur í kærleika Sínum, Hann frøist yvir tær við fagnaði!“
Opinberingin 5:8 Opinberingin
Táið tað tók bókrulluna, fullu hinar fýra verurnar og hinir 24 elstu niður fyri lambinum, hvørt við hørpu síni og við gullskálum, fullum av roykilsi, sum er bønir hinna heilagu.
Opinberingin 5:9 Opinberingin
Tey sungu nýggjan song og søgdu: „Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum
Opinberingin 5:10 Opinberingin
og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!“
Opinberingin 5:11 Opinberingin
Og eg sá; og eg hoyrdi rødd mangra eingla rundan um hásætið, verurnar og hinar elstu; tal teirra var 10000 ferðir 10000 og 1000 ferðir 1000.
Opinberingin 15:1 Opinberingin
Eg sá annað tekin í Himli, stórt og undurfult: Sjey einglar, sum høvdu hinar sjey seinastu plágur – við teimum er vreiði Guds fullførd.
Opinberingin 15:2 Opinberingin
Eg sá eins og glashav, blandað við eld. Og eg sá tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum við dýrið og mynd tess og tal navns tess; tey stóðu við glashavið við hørpum Guds í hondunum.
Opinberingin 15:3 Opinberingin
Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: „Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!
Opinberingin 5:13 Opinberingin
Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: „Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!“
Esaias 6:2 Esaias
Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Sálmarnir 98:4 Sálmarnir
Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin, hevja gleðiróp og lovsong,
Lukas 2:15 Lukas
Táið so einglarnir vóru farnir frá teimum upp til Himmals, søgdu hirðarnir hvør við annan: „Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum!“
Opinberingin 15:4 Opinberingin
Hvør skuldi ikki óttast Teg, Harri, og prísað navni Tínum! Eingin er heilagur uttan Tú, og øll fólkasløgini skulu koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni; tí rættvísu dómar Tínir eru opinberaðir!“